Ongi úrslit

Ferðamynstrið er so nógv broytt

Hví skulu føroyingar IKKI gjalda?

Jóhanna Højgaard
19. juni kl. 20:35

Vit hava í dag spurt bóndan í Kirkjubø, Jóannes Patursson, um hann hevur nakrar viðmerkingar til uppslagið hjá Bjarna K. Petersen, har hann skrivar at føroyingar skulu gjalda fyri at vitja Ólavskirkjuna og Kirkjubømúrin:

- Mær vitandi hevur eingin sagt at føroyingar SKULU gjalda, men spurningurin er heldur hví føroyingar IKKI skulu gjalda.

Eg veit ikki um Bjarni hevur goldið ella ikki. Tær ið hava arbeitt í móttøkuni, minnast hann so ikki.

Ferðamynstrið er so nógv broytt, fyrr vóru bólkar, nú eru alt fleiri einstaklingar, tí má ein atkoma verða.

Vit hava tær avtalur sum skulu til fyri at kirkjan kann fáa nakað burturúr.

Verður hetta ein so stórur trupulleiki hjá Bjarna og øðrum við, verður avtalan uppsøgd og kirkjan stongd. Trupulleikin loystur, sigur Jóannes at enda.



Mest lisið hesa vikuna

Deyðatalið komið upp á 67

1. august kl. 11:30

Leggur ætlanir um at selja HM-rættindi á hillina

1. august kl. 10:46

Tað pínur løgtingsmannin av álvara

14 tímar síðan

49.000 fólk brustu inn í Spania

31. juli kl. 10:58

Níggju børn hava fingið endurgjald eftir COVID-19-koppseting

29. juli kl. 22:59

1,3 milliardir krónur í akkumuleraðum tapi í 6 ár, ið ongin ger nakað við

31. juli kl. 06:00