Ongi úrslit

Deyðatalið komið upp á 67

Evropa er ósamt um Ceuta-kreppuna

© Antonio Sempere/AP
Jóhanna Højgaard
1. august kl. 11:30

Spanski innlendisráðharrin, Fernando Grande-Marlaska upplýsti í morgum, at deyðstalið eftir stóru tilflytingina til Ceuta er komið upp á 67.

Sambært sponskum myndugleikum eru næstan øll, sum komu til Ceuta 30. juli, nú farin aftur til Marokko, eftir at tamarhald var fingið á støðuni við markið.

Hendingin hevur elvt til politiska ósemju í Evropa. Italia hevur fyribils sett Schengen-samstarvið við Spania úr gildi, og forsætisráðharrin Giorgia Meloni kallaði støðuna ræðuliga.

Finland og Danmark hava stuðlað italiensku avgerðini, meðan kekkiski forsætisráðharrin Andrej Babiš hevur heitt á ES um fyribils at seta luttøkuna hjá Spania í Schengen-samstarvinum úr gildi.

Spanski forsætisráðharrin Pedro Sánchez vísti atfinningunum aftur.

Hann skrivaði í einum brævi til forsetan í ES-nevndini, Ursula von der Leyen, at hann hevði stóra stúran um framferðina hjá nøkrum evropeiskum stjórnum.

ES-nevndin hevur heitt á limalondini um at samstarva og stuðla Spania í arbeiðinum at verja ytra markið hjá ES.

Ceuta-kreppan er vorðin ein av álvarsligastu tilflytingarkreppunum í Evropa seinastu árini og hevur víst, hvussu ósamd ES-londini eru um marknaftirlit og tilflytingarpolitikk.

Mest lisið hesa vikuna

13 ára gamal koyrdi brandólógligt prutl - í Kvívík eru tey bæði hálvdeyv og fáa ikki sovið

14. august kl. 06:59

Álvarsom hending í Fuglafirði

11. august kl. 21:36

Hann sigur kortanei við Fólkaflokkin

12. august kl. 13:20

Ætla nú at keypa eykaskip til Suðuroyar afturat Smyrli

22 tímar síðan

Her er best at síggja sólarmyrkingina

11. august kl. 16:06

Funnu lívleysan persón uttandura í Fuglafirði

12. august kl. 06:39