– Føroyar eru mítt heim. Her vil eg verða verandi. Eg havi vinir í Danmark, og tað hevði verið nógv lættari fyri ein sum meg bara at flutt. Men tað ætli eg mær ikki. So vil eg heldur arbeiða fyri at broyta føroyska samfelagið og hugburðin hjá vanligum fólki, sigur Sigmundur Mørkøre. Sigmundur Mørkere er non-biner, og nevnir seg sjálva við fornøvnunum “tey” og “teirra”. So tí verður hon nevnd tað her í greinini. Sigmundur Mørkøre sigur seg ikki passa inn í teir vanligu kassarnar, har fólk verða býtt í mann og kvinnu.
Tað eru umleið fýra ella fimm ár síðan, at tankarnir gjørdust greiðari um egna støðu. Sigmundur sigur, at ásannanin kom so líðandi. Tað snúði seg um at finna orð fyri nakað, sum longu var har.
– Eg byrjaði at hugsa um og ásanna, at eg ikki passaði inn í teir kassarnar, har vit vanliga eyðmerkja kyn, sigur Sigmundur.
Onkrir vinir tóku frástøðu
Tað fekk avleiðingar, tá tey fóru at siga øðrum frá. Summi tóku væl ímóti. Onnur gjørdu ikki. – Tá ið eg segði vinum frá, at eg eri non-biner, vóru tað summi, sum byrjaðu at halda frástøðu. Onkur læt sum einki. Soleiðis var tað eisini í familjuni - men har er eingin orsøk at siga meira um tað. Í 2024 var Sigmundur við í sjónvarpssendingini Fólksins Rødd hjá Kringvarpi Føroya. Tað gjørdi støðuna meira almenna. Tá vistu fólk, hvør støðan var.
Men sjónligheitin hevði eisini eina harða síðu. Sambært Sigmundi gjørdust viðmerkingarnar á netinum so ljótar og niðrandi, at Kringvarp Føroya steingdi fyri teimum. – Tað gjørdist so ógvusligt, at KvF mátti steingja fyri viðmerkingum. Har vóru nógv, sum søgdu nógv ljótt um meg, og tað gjørdist ov niðrandi fyri KvF, sigur Sigmundur.
»Eg byrjaði at hugsa um og ásanna, at eg ikki passaði inn í teir kassarnar, har vit vanliga eyðmerkja kyn«
Nógvir sigrar vunnir
Hóast hetta sigur Sigmundur, at nógv er broytt til tað betra í Føroyum. Tað merkir ikki, at alt er gott. Men tey uppliva, at virðingin fyri fólki, sum ikki passa í vanligu kynskassarnar, er størri nú enn fyrr.
Samstundis er óvitan framvegis ein stórur partur av trupulleikanum. Sigmundur heldur, at nógv fólk einfalt vita ov lítið um persónar, sum eru non-biner. Hetta er ikki nakað, fólk læra um í skúlanum. Og sambært teimum eru tað heldur ikki øll, sum vilja skilja. – Ofta er tað konservativur átrúnaður, ið stríðir ímóti, sigur Sigmundur.
Ein týðandi ljósari partur í gerandisdegnum er arbeiðsplássið. Har uppliva tey seg góðtiknað. – Eg kann bara siga alt gott um mítt arbeiðspláss. Har er eingin trupulleiki at vera, sum eg eri, sigur Sigmundur.
Sigmundur leggur eisini dent á, at samleikin ikki skal blandast saman við kynslív ella romantikk. Tað eru viðurskifti, sum ofta verða løgd saman, men sum ikki eru tað sama. – Mín samleiki hevur einki við kynslív ella romantikk at gera. Satt at siga uppfati eg meg sum ein ikkiromantiskan persón, sigur Sigmundur.
Rættindi eru vunnin, men alt er ikki loyst
Sigmundur situr í nevndini hjá LGBT+ Føroyum. Felagið varð stovnað 1. juni 2011 og hevur síðani arbeitt fyri politiskum og løgfrøðiligum broytingum. Fleiri rættindi eru komin síðani tá. Kynslig sannføring varð fevnd av grein 266 b í revsilógini í 2006, samkynd fingu rætt til borgarliga vígslu í 2017, rætt til at ættleiða í 2018, og í 2025 varð lóggávan um eftirgjørdan gitnað víðkað til eisini at fevna um samkynd pør.
Men týðandi mál eru framvegis óloyst. Í Føroyum er eingin almenn lóggáva, sum verjir fólk ímóti mismuni á arbeiðsmarknaðinum vegna eitt nú kynsliga sannføring, kynsligan samleika, rasu, uppruna ella átrúnað. Og tað ber ikki til at skifta løgfrøðiligt kyn í Føroyum.
Tað seinna er eitt av málunum, sum Sigmundur og LGBT+ Føroyar eru serliga upptikin av beint nú. – Tað ber ikki til at skifta løgfrøðiligt kyn í Føroyum. Tað er nakað, sum upptekur okkum beint nú, sigur Sigmundur.
»Bara fólk virða meg, so gerst alt nógv lættari«
Virðing fram um alt
Tá Sigmundur tosar um framtíðina, er tað ikki við kravi um, at øll skulu skilja alt. Tað snýr seg fyrst og fremst um virðing. Tey vóna, at umstøðurnar hjá LGBT+-føroyingum verða betri. Men tað er ikki bara eitt politiskt mál. Tað er eisini eitt gerandismál um orð, hugburð og vilja til ikki at gera lívið hjá øðrum tyngri. Tey hava smíða heimasíðuna Fornøvn.fo, ein føroysk heimasíða um ikki-binert mál. Heimasíðan er partur av einari altjóðari verkætlan sum umfatar meira enn 23 ymisk mál.
– Tað sum hevur størstan týdning fyri meg, er, at fólk virða meg sum tann, eg eri. Eg seti einki krav um, at øll skulu vita 100 prosent alt um meg og aðrar persónar, ið eru líkir mær. Bara fólk virða meg, so gerst alt nógv lættari. Virðing fram um alt, sigur Sigmundur Mørkøre.