Ongi úrslit

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í gjár feldi Løgtingið eitt uppskot frá Miðflokkinum um at herða lógina um fría fosturtøku. Miðflokkurin hevði skotið upp, at kvinnur, sum vildu hava fosturtøku, skuldu hava umhugsunartíð og ráðgeving, áðrenn endaliga avgerðin varð tikin.

Uppskotið fall tí greiður meiriluti var ímóti tí.

Anna Falkenberg, sum er fólkatingsumboð fyri Sambandsflokkin, eigur eisini ein sess á Løgtingi, men hon bað un farloyvi í Løgtinginum fyri at røkja sessin sum fólkatingssessin burtur av.

Men nú skrivar hon á Facebook, at hon var til reiðar at taka tingsessin aftur fyri at tryggja, at uppskotið frá Miðflokkinum varð felt.

Hetta stólaspælið, sum onkur, eitt sindur speiskliga, hevur kallað hetta hevur verið fyri atfinningum.

Serliga kom hetta í ljósmála tá ið Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur fóru úr Landsstýrinum og tóku sæti á Løgtingi fyri at skumpa Anniku Olsen og Brand Sandoy úr Løgtinginum. Endamálið var at forða fyri, at uppskotið um javntseta sammøður við onnur foreldur, varð samtykt.

Men tað miseydnaðist, tí tá fór Heðin Zachariasen úr tinginum, so kom Annika Olsen á ting kortini - og uppskotið varð samtykt.

Tað varð enn meiri umrøtt tá ið Løgtingið samtykti lógini um fría fosturtøku tí tá fór Súsanna Bertholden úr landsstýrinum í Løgtingið fyri at fáa Djóna Nolsøe Joensen, sum var ímóti fríari fosturtøku, úr Løgtinginum. Úrslitið var, at lógin varð samtykt.

Men nú Miðflokkurin vildi hava Løgtingið at samtykkja at herða lógina um fosturtøku, var Anna Falkenberg til reiðar at gera tað sama.

Hon skrivar, at hetta er eitt eymt og persónligt mál fyri mong, og tí eiga vit at hava somikið stórt álit á, at kvinnan tekur røttu avgerðina, sigur hon.

Og hon fegnar um um, at uppskotið varð felt. Hon heldur, at lógin er so nýggj enn, at vit eiga ikki at gera broytingar, fyrr enn hon hevur virkað í eina tíð.

Hon sigur, at síðani málið varð lagt fram, hava nógv hana, hví hon ikki hevur tikið sæti aftur á tingi.

– Einfalda svarið er, at eg var sannførd um, at meirluti fór ikki at vera fyri broytingunum, sigur Anna Falkenberg. Men samstundis ger hon púra greitt, at var tað neyðugt, hevði hon tikið sætið fyri at fáa uppskotið felt.

Tók hon sæti á Løgtingið, hevði Herman Samuelsen farið úr tinginum, og hann var fyri at gera broytingarnar.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Leigunevndin: Útleigari má rinda alt depositumið aftur

5. november kl. 12:30