Tað hevur Leigunevndin avgjørt í einum máli, har útleigarin kravdi at sleppa at halda depositumið aftur fyri skaðar, umvælingar og ein mánað í ógoldnari húsaleigu.
Men sambært Leigunevndini vóru krøvini ikki nóg væl skjalprógvað.
Familjan kundi ikki búgva í húsinum
Leigarin mótmælti kravinum og greiddi frá, at trupulleikar við hitanum høvdu gjørt, at familjan ikki kundi búgva í húsinum seinastu tíðina undan fráflytingini.
Leigarin helt eisini uppá, at útleigarin hevði góðtikið fráflytingina og lovað at rinda depositumið aftur.
Útleigarin manglaði prógv
Útleigarin legði onga frágreiðing um standin á bústaðnum við innflyting fram. Tí kundi Leigunevndin ikki staðfesta, um skaðarnir vóru har frammanundan.
Heldur ikki vóru nøktandi kvittanir fyri umvælingunum lagdar fram.
Nevndin metti tí hvørki, at ábyrgdin hjá leigaranum fyri skaðunum, fíggjarliga tapið hjá útleigaranum ella kravið um ógoldna húsaleigu var prógvað.
Útleigarin skal tí rinda alt depositumið aftur uttan óneyðugt drál.