Ongi úrslit

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

Framyvir fara ríkismyndugleikar, eitt nú løgreglan í Føroyum, at flagga við Merkinum á ólavsøku og á flaggdegnum, umframt aðrar dagar.

Hetta er greitt eftir at Sambandsflokkurin á fólkatingi hevur gjørt avtalu við danska løgmálaráðið.

Tað merkir, at reglur eru gjørdar fyri, nær flaggað verður við Merkinum, Erfalasorput, sum er grønlendska flaggi, og Dannebrog.

– Hetta er eitt stig á leiðini móti einum meira nútímans ríkisfelagsskapi, har ymsu londini fáa alsamt størri rúmd, sigur Anna Falkenberg í tíðindaskrivi.

Framyvir fer Merkið at veittra uttanfyri ríkismyndugleikunum á grækarismessu, flaggdegnum, jóansøku, ólavsøkuaftan, ólavsøkudag. Á allahalgannadegnum verður flaggað við hálvari stong.

– Somuleiðis fara allir ríkisstovnar í Danmark, Føroyum og Grønlandi at flagga við Merkinum á ólavsøku. Hinvegin fara ríkisstovnarnir at flagga við Erfalasorput á tjóðardegi Grønlands hin 21. juni.

– Ein nútímans ríkisfelagsskapur snýr seg ikki bara um at hava gott samstarv, men eisini um at viðurkenna og rúma ymsu londini og siðirnar, sum eru partur av ríkisfelagsskapinum; sigur Anna Falkenberg.

Hon fegnast um, at danska stjórnin er gingin ynskjunum á møti.

– Broytingarnar kunnu sostatt síggjast sum eitt ítøkiligt framstig í arbeiðinum at menna ein nútímans ríkisfelagsskap, har virðingin fyri londunum í ríkisfelagsskapinum verður uppraðfest, sigur hon.

Mest lisið hesa vikuna

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

25. oktober kl. 04:11

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

24. oktober kl. 13:30

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

24. oktober kl. 09:59

Leita eftir manni í Havn

Í gjár kl. 07:46

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38