Í morgun heitir løgreglan á fólk um hjálp til at finna ein mann, sum er horvin í nátt.
Maðurin bleiv vekk í Stoffalág mitt í nátt og tey avvarðand hava leitað har um vegir, men tey hava ikki funnið hann.
Maðurin er mitt í sekstiárunum, hann er høgur, einar 180 sentimetrar, og klænur, kanska er hann í brillum, hann hevur grátt og myrkt hár við eitt sindur av falli í hárinum.
Men annars vita tey ikki, hvørjum hann er í, men hann er helst hvørki í jakka ella í skón.
Hann dugir ikki rættiliga at finna veg, so hann kann vera farin inn í fremmand hús so løgreglan heitir á fólk um at kanna kjallarar, hjallarar garasjur og úthús.
Er tað nakar, sum veit um hann, verða tey biðin um at ringja til løgregluna.