Akstovan hevur nú latið løgregluni kring landið nøvnini á fleiri hundrað fólkum, sum eiga bilar, sum skulu missa pláturnar. Akstovan sigur, at tilsamans eru tað 629 mál bilar, sum nú skulu missa pláturnar
Tað er tí at eigarin ikki hevur goldið vegskatt og umhvørvisgjøld fyri seinna hálvár í ár.
Nú fer løgreglan so at arbeiða seg ígjøgnum listan, og kemur løgreglan eftir einum bili, sum skal missa pláturnar, og eigarin ikki hevur kvittan fyri, at skuldin er goldin, verða pláturnar tiknar.