Uppskotið hjá samgonguni um at strika serligu puljuna til serlæknar í sjúkrahúsverkinum, er so álvarslig. at eg loyvi mær at skriva beinleiðis til tykkara. Læknapuljan er upp á einar fýra milliónir.
Soleiðis sigur Pál Weihe, lækni í eini beinleiðis áheitan á Løgtingið.
Hann sigur annars, at hetta er fyrstu ferð at hann, sum einstaklingur, vendir sær beinleiðis til politiska myndugleikan, men nú følir hann seg noyddan at gera tað.
Hann heldur eisini, at hann hevur serligar fortreytir fyri at gera vart við seg, tí hann hevur verið lækni í Føroyum í skjótt hálvtrýss ár, har av hann hevur verið yvirlækni í næstan fjøruti ár.
Harumframt hevur hann verið læknastjóri fyri í tíggju ár og formaður í Læknafelag Føroya í tíggju ár og harumframt professari í fólkaheilsu á Fróðskaparsetrinum í nøkur ár eisini.
Hann sigur, at við serlæknapuljuni sendi politiska valdið út ein greiðan boðskap til ungar føroyingar undir serlæknaútbúgving uttanlands um, at teir tað bar til hjá teimum at venda heim aftur til eitt lívsstarv sum serlækni í føroyska heilsuverkinum.
– Hesin boðskapur er av alstórum týdningi, tí tit skulu minnast til, at møguleikarnir eru mangir og freistandi at taka ímóti tilboðum um gott starv í einum stórbýi, har makin longu hevur starv, og har børnini trívast, sigur Pál Weihe.
– Tí hevur tað stóran týdning, at eitt standandi tilboð frá heilsuverkinum er galdandi ár eftir ár og áratíggju eftir áratíggju.
Boðskapurin er, at eru tit persónliga skikkað, og er sergreinin viðkomandi fyri Føroyar, vilja vit fegin hava tykkum í starv hjá okkum, er boðskapurin til læknarnar undir útbúgving.
Hetta er fyri at tey ikki fella fyri freistingini at velja tað lætta, sum er at halda fram at starvast, har tey longu eru væl móttikin, og har familjan trívist.
Hjá nógvum er tað eitt ódnartak at flyta heim á klettarnar. Men gera hesir serlæknar ikki tað, má føroyska heilsuverkið taka til takka við skiftandi avloysarum, sum ikki kunnu tryggja samanhangandi viðgerð, og sum harumframt eru dýrir, sigur Pál Weihe.
– Eitt er vist: Hendan puljan er komin okkum væl við, tí nógvir serlæknar eru settir hesi seinastu árini, og nógvir aðrir eru á veg, leggur hann afturat.
– Teir eru til reiðar at føra okkara heilsuverk longur fram á leið, so tað ikki gerst eftirbátur samanborið við grannalondini, sigur hann.
– Eg haldi tí, at tað hevði verið skilagott at sett hesa játtan aftur á fíggjarlógina, sum eina áminning til tað stóra talið av ungum føroyingum undir læknaútbúgving um ikki at gloyma okkum, sum tey fóru frá, tá lokkandi tilboð frá útlendskum heilsuverkum koma teimum fyri oyru, sigur Pál Weihe.
Tað er áður upplýst, at hesi seinastu árini eru 19-20 nýggir serlæknar settir í starv við fígging úr hesi puljuni.