Markið fyri, hvusu nógv ein pensjónistur kann tjena uttan at missa fólkapensjón, eigur ikki at verða hækkað.
Tað sigur Búskaparráðið.
Sum er kunnu pensjónistar tjena góðar 60.000 krónur, uttan at teir missa fólkapensjón. Men nú ætlar samgongan at hækka markið upp í 300.000 krónur.
Búskaparráðið sigur, at hetta er ein púra skeiv avgerð, tí hámarkið eigur ikki at verða hækkað. Tvørtur ímóti eigur hámarkið, at lækka soleiðis at fólkapensjónin minkar skjótari, sigur Búskaparráðið.
Mótrokningin skal herðast
Búskaparráðið staðfestir, at allir føroyingar rinda nú 12 prosent av lønini til sína egnu eftirløn. Eitt endamál við tí var at so kundi tað mótroknast í fólkapensjónini fyri at almennu útreiðslurnar til fólkapensjón kundu minkast .
Hetta ger fíggjarpolitiska haldførið betri, staðfestir Búskaparráðið.
Ein miðal løntakara, sum hevur spart 12 prosent av síni inntøku til eftirløn eitt heilt arbeiðslív, fær 70 prosent av vanligu inntøkuni í eftirløn.
Sum støðan er nú, er tað soleiðis, at viðkomandi eisini fær helvtin av fólkapensjónini.
Búskaparráðið sigur, at um 40 ár, tá ið øll hava spart 12 prosent av síni inntøku saman til eftirløn í eitt heilt arbeiðslív, fara almennu útreiðslurnar til fólkapensjón sostatt niður í eina helvt. Og tað bøtir eitt prosentstig um haldførið í føroyska búskapinum, tí tá fara pensjónistarnir í størri mun liva av síni egnu pensjón.
Skal ein pensjónistur varðveita vanliga livistøðið í pensjónsaldrinum, skal eftirlønin svara til 50 prosent - 80 prosent av inntøkuni í arbeiðslívinum.
Tí spyr Búskaparráðið hví pensjónistar, sum fáa 70 prosent av síni vanligu inntøkuni frá síni egnari eftirløn, eisini skulu fáa hálva fólkapensjón.
Ein so stór egineftirløn er nokk til at fíggja alla inntøkuna, ein skal liva av sum pensjónistur, og tí kann tað forsvarast, at mótrokna enn harðari í fólkapensjónini, heldur Búskaparráðið.
– Politisku myndugleikarnir eiga tí at halda fast í mótrokningini og herða hana, sigur Búskaparráðið.