| Ár 2025 (kr.)
| Ár 2026 (kr.) | MUNUR (kr.) |
Mánaðarløn Havnar Arbeiðarafelag | 28.151 | 28.957 | 806 |
Skrivstovufólk Starvsfelagið Bólkur 3, stig 1 | 28.356 (1/10-24) | 30.241 (1/10-25) | 1.884 |
Fólkapensjón +samhaldsfasti støk (gomul) | 15.981 | 16.435 | 454 |
Fólkapensjón + samhaldsfasti gift (gomul) | 13.856 | 14.252 | 396 |
Fólkapensjón + samhaldsfasti støk (nýggj) | 16.398 | 16.863 | 465 |
Fólkapensjón + samhaldsfasti gift (nýggj) | 14.067 | 14.469 | 402 |
Hægsta fyritíðarpensjón støk | 16.290 | 16.732 | 442 |
Hægsta fyritíðarpensjón gift | 13.803 | 14.177 | 374 |
Miðal fyritíðarpensjón støk | 13.411 | 13.800 | 389 |
Miðal fyritíðarpensjón gift | 11.181 | 11.482 | 301 |
Lægsta fyritíðarpensjón støk | 12.683 | 13.723 | 1.040 |
Lægsta fyritíðarpensjón gift | 11.059 | 11.331 | 272 |
Av tølunum sæst, at javningarleisturin frá 2021, ið Landsstýrið nýtir at hækka fólka- og fyritíðarpensjónir, er ikki rímuligur ella nøktandi. Tí er neyðugt at finna annan og meira nøktandi javningarleist.
Tey, ið fingu størstu lønarhækkan, vóru skrivstovufólk hjá Starvsfelagnum, ið fingu 1.884 kr. meira um mánaðin, meðan mánaðarløntir arbeiðarar fingu 806 kr. meira um mánaðin. Hinvegin var pensjónshækkingin hjá fólka- og fyritíðarpensjónistum sera lág: á leið 300 - 450 kr. um mánaðin.
Mánaðarlønin hjá arbeiðaranum hækkaði sostatt á leið dupult so nógv (806 kr.), sum pensjónirnar hækkaðu um mánaðin. Meðan byrjunar mánaðarlønin hjá skrivstovufólkum hækkaði gott 4 ferðir so nógv sum mánaðarliga pensjónin hjá fólka- og fyritíðarpensjónistum.
Áhugabólkur Pensjónista heldur, at pensjónshækkanin fyri 2026 í minsta lagi eigur at verða miðalkrónutalið av lønarhækkan hjá arbeiðarum og av byrjunarlønini hjá Starvsfelagnum: (806 kr. + 1.884 kr.) : 2 = 1.345 kr. um mánaðin.
Harafturat eiga tey, ið einans hava pensjón at liva av, at fáa ein ”eldra-/pensjónskekk”.
Áhugabólkur Pensjónista