Tann 18. mai í ár kom eg í eina støðu, sum ongin ynskir at koma í, tá eg fekk heilabløðing, meðan eg vandi saman við masters-manningini umborð á kappróðrarbátinum Smyrli.
Eftir eina akutta viku, vaknaði eg til eina heilt aðra útgávu av mær sjálvari. Eg havi alt mítt lív verið aktiv, altíð havt fleiri bóltar í luftini, sum vóru sjongleraðir, meðan eg tosaði skjótt og nógv um leyst og fast. Eg var sum so nógv onnur – ein aktiv kvinna í gerandisdegnum, har børnini, familjan, arbeiði og frítíðarítriv fylti løturnar.
Men tá eg kom burturúr vandanum, mátti eg síggja í eyguni, at eg var broytt. Eg fekk ikki gingið, etið ella tosað fyrstu tíðina.
Eg fekk ikki skrivað, lisið søgur fyri mínum børnum ella gingið út á vesið sjálv. Hetta bleiv tíbetur skjótt betur.
Fyrsta tíðarskeiðið var á Bodil Eskesen Centret á Glostrup hospital.
Endurvenjingin varð skipað við fysioterapi, ergoterapi, og talu- og samskiftisvenjing við logopedi.
Á Bodil Eskesen Centret greiddu tey mær frá, at øll trý sløgini av venjingum eru heilt avgerandi fyri, hvussu skjótt og væl man kann koma fyri seg aftur eftir eina heilabløðing. Og tað, at tú fært nógva venjing í gerandisdegnum er eisini heilt avgerandi fyri at fáa so góða framgongd sum tilber.
Av somu orsøk vandi eg fleiri um dagin og eisini í vikuskiftinum.
Skjótt kundi eg sjálv ganga. Eg tveitti sonduna og fór at eta sjálv. Eg kundi tosað, byrjaði so smátt at skilja onnur mál aftur, og í dag kann eg lesa og skriva sjálv.
Men hittir tú meg, hoyrir tú enn á mær, at eg havi verið ígjøgnum ein stóra sjúkralegu, sum eg enn eri mitt í. Tí eg fái enn ikki tosað ordiligt. Eg fái ikki luttikið í skjótu, spontanu taluni, sum eru millum fólk í øllum gerandisløtum.
Sjúkrahúsverkið er eitt, men tilboðið er ikki tað sama
Eftir góðar sjey vikur gekk leiðin hjá mær heim til Føroyar, á Klaksvíkar Sjúkrahús, sum ein partur av endurvenjingini í Føroyum. Intensiteturin við venjingum við fysioterapeuti og ergoterapeauti var hin sami í Klaksvík, sum í Glostrup, men venjingin við logopedi var nú bara tríggjar ferðir um vikuna, og tí var samskiftisvenjingin niðurraðfest.
Síðst í august flutti eg heim til Vágs og havi síðani verið til endurvenjing á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Eg fari á sjúkrahúsið tíðliga um morgunin og heimaftur seinnapartin. Venjingin við fysioterapeuti og ergoterapeuti er skipað tvær ferðir um dagin við fysioterapi og tvær ferðir um dagin við ergoterapi. Hetta eri eg sera glað fyri.
Venjingin við logopedinum – sum er heilt avgerandi fyri framgongdina í taluni og í samskiftisevnunum sum heild – er hinvegin bara tríggjar ferðir um vikuna. Hetta er als ikki í tráð við fakligu tilmælini, sum siga, at tvær venjingar dagliga skulu til fyri at tryggja størri og skjótari málsligari framgongd.
Og eg merki tað á mær sjálvari, at tilmælini eru røtt. Frá at gera stóra framgongd í byrjanini, ynski eg mær nú meira av tí góðu venjingini, so eg kann halda fram at gera framgongd.
Eg fái tað tó bara tríggjar ferðir um vikuna, og orsøkin er, at í Sjúkrahúsverkinum er bara ein einstakur logopedur. Hesin dugnaligi logopedur skal skipa venjingar við sjúklingum á Landssjúkrahúsinum, á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Er logopedurin í feriu, so er tað ikki víst, at nakar er at avloysa. Er logopedurin sjúkur, so er ongin venjing. Er logopedurin upptikin í skeiðs- ella fundarvirksemi, so verður venjing avlýst. Og tá tað er ein og sami logopedur, sum skal røkja uppgávur bæði á Landssjúkrahúsinum og á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, so verður eisini nógv tíð brúkt til ferðing hvørja viku.
Venjingarnar við logopedi á Suðuroyar Sjúkrahúsi er bara umvegis netið. Hetta merkir so eisini, at sjúklingar í Suðuroynni fáa ikki somu venjingar-tilboð, sum aðrir sjúklingar í landinum.
So hóast Sjúkrahúsverkið er eitt samlað sjúkrahúsverk, og tað verður sagt, at logopediska tilboðið verður veitt tvørturum sjúkrahúsini, so er tað ikki manningin til at fremja hetta í praksis. Tað ber snøgt sagt ikki til hjá einum einstøkum logopedi at røkja uppgávuna.
Øll eru ikki eins heppin og eg, og kunnu eftir stutta tíð hava logopediskar venjingar á netinum – nakað sum eg tryggjaði mær var gjørligt, áðrenn eg tók avgerð um at flyta suður. Var støðan ein onnur, so fekk eg kanska ikki logopediska venjing?
Áheitan á politisku skipanina
Fyri fólk við neurologiskum skaða eftir heilabløðing ella blóðtøpp í heilanum er tað sum nevnt avgerandi við venjingum innan fysioterapi, ergoterapi, og talu- og samskiftisvenjing við logopedi.
Vilja vit í Føroyum, at fólk skulu koma so skjótt og væl fyri seg sum gjørligt, so eru øll trý sløgini av venjingum avgerandi – og harumframt er títtleikin eisini heilt avgerandi fyri at fáa so góða framgongd sum tilber.
Eg má bara ásanna, at tann eini parturin – logopediska venjingin – ikki er raðfest og hartil er tilboðið ymiskt frá einum sjúkrahúsi til annað. Hetta hevur beinleiðis ávirkan á sjúklingar kring landið.
Eg fari tí at heita á politisku skipanina:
Um at logopediska venjingartilboðið verður uppraðfest, soleiðis at intensiteturin kann samsvara betur við tørvin hjá sjúklingum.
Um at fleiri logopedar verða settir í starv, soleiðis at hetta týdningarmikla økið ikki er so sárbart og bundið at einum einstøkum logopedi.
Um at tryggja somu veruligu atgongd til logopediska venjing óheft av hvørjum sjúkrahúsi sjúklingurin verður innlagdur ella er til rehabilitering á.
Nógv er gott, og eg eri ótrúliga takksom fyri, at eg nú kann siga frá hesari upplivingini, við at skriva hetta skrivið. Tað kundi eg ikki í summar.
Men at geva mær og øðrum møguleikan at ótarnað tosa við fólk, er ein avgerandi fortreyt fyri, at vit kunnu koma til at virka í samfelagnum eins og øll onnur, aftaná eina slíka sjúkralegu.
Tað er ikki ein størri íløga, sum skal gerast, fyri at loysa hetta. Tað snýr seg bara um at uppraðfesta eitt tilboð, sum riggar. Eg ynski ikki at broyta tað – eg ynski bara meira av tí.
Fyri meg er tað munurin millum at vera ein stillur áskoðari í selskabinum, til at kunna luttaka á jøvnum føti við onnur. Eg droymi um, at koma aftur hartil.
Heidi Kilgour