Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot frá Tjóðveldi um at hækka hámarkið fyri, hvussu nógv tímalønt verkafólk, sum eru sjúk, kunnu fáa í sjúkradagpeningi.
Í løtuni kunnu tímalønt fólk, í mesta lagi, fáa 80 prosent av eini arbeiðaraløn í sjúkradagpeningi, men Tjóðveldi heldur, at tað eigur at verða hækkað upp í 100 prosent.
Málið hevur verið til umrøðu í Løgtinginum og sum heild fekk uppskotið góða móttøku. Men Fía Selma Nielsen, tingkvinna fyri Fólkaflokkin, mælti kortini til varsemi.
Hon sigur, at hetta fer at kosta landskassanum, og hon spyr um hetta kann gera, at tað fer at verða freistandi hjá arbeiðsfólki at sjúkramelda seg.
Tað fall Bjørt Lind, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin, rættiliga fyri bróstið. Hon er sálarfrøðingur og hon segði, at hon segði, at hon varð rættiliga kløkk av hesum tí hon helt, at hetta er ein nokk so óhugnaligur hugburður at hava.
Hon heldur, at tað er óhugnaligt at halda, at fólk fara at sjúkramelda seg fyri ein fíggjrligan vinning - ella uttan at vera sjúk.
Hon hevur sitið við nógvum sjúklingum, sum hava verið sjúkrameldað av eini ella aðrari orsøk, men hon hevur aldrin upplivað, at nakar hevur misbrúkt skipanina, og at tað er upphæddin, tey fáa í sjúkradagpengum, sum hevur eggjað teimum at sjúkramelda seg.
Bjørg Brynhildardóttir úr Tjóðveldi heldur, at tað er óvirðiligt at vænta, at tímalønt fara at sjúkramelda seg til »høgru og vinstru«, sum hon segði, bara fyri tað um tey nú fáa somu sømdir sum fastlønt.