Ongi úrslit

SÍ MYNDIR: Ógvusligur eldur herjaði hjá MEST á Skála

Umleið klokkan 20.30 í kvøld fingu sløkkiliðini tamarhald á stóra eldinum í timburgoymsluni hjá Mest á Skála. Sløkkilið úr allari Eysturoynni og Havnini vóru á staðnum.

Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Stórur eldur kyknaði í timburgoymsluni hjá skipasmiðjuni Mest á Skála seinnapartin mikudagin. Sløkkilið úr allari Eysturoynni og Havnini vórðu send á staðið at basa eldinum.

Umleið klokkan 20.30 høvdu sløkkiliðini fingið so mikið tamarhald á eldinum, at hann ikki longur breiddi seg. Eldurin var tó framvegis ikki sløktur.

Stórur eldur og nógvur roykur

Boðað varð frá eldinum stutt fyri klokkan 17.30. Eldurin mentist skjótt, og nógvur roykur steig upp úr timburgoymsluni.

Vilhelm Olsen, átaksleiðari hjá sløkkiliðnum við Skálafjørðin, segði fyrr um kvøldið við útvarpið, at tamarhald ikki var á støðuni.

Sløkkiliðini royndu serliga at forða fyri, at eldurin breiddi seg til aðrar bygningar á skipasmiðjuni, og at verja bygningar og útgerð fyri nógva hitanum. Hettar eydnaðist.

Enn er eingin fráboðan komin um fólkaskaða.

Roykurin rak móti bygdini

Seinni um kvøldið skifti ættin, og nógvi roykurin fór at reka niðan móti bygdini á Skála.

Løgreglan heitti tí á fólk um at lata vindeygu og hurðar aftur. Fólk, sum stóðu og hugdu at eldinum, vórðu eisini biðin um at fara burtur frá økinum.

Sambært løgregluni var hetta eitt fyribyrgjandi tiltak.

Hóast sløkkiliðini høvdu fingið tamarhald á eldinum umleið klokkan 20.30, var framvegis nógvur roykur á staðnum.

Enn er ikki greitt, hvat elvdi til eldsbrunan.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10