Í nátt varð løgreglan í býnum í Havn á einum skeinkistaði, tí fólk høvdu meldað at tónleikurin var ov hart frá.
Løgreglan sigur, at hetta sama skeinkistaðið hevur fingið treytir frá kommununi um ikki at spæla harðan tónleik.
Løgreglan sigur, at tá ið tey bóðu tey skrúva fyri gjørdu tey tað eisini. Men løgreglan var ikki meiri enn farin, so varð skrúvað frá aftur.
Tí fór løgreglan aftur á skeinkistaðið og hesa ferð gjørdu tey bart og lukkaðu tey staðið og øll, sum vóru inni, vórðu koyrd á dyr.Tá var klokkan 2.30 í nátt, so av røttum kundu tey havt opið í hálvan annan tíma afturat.