Ongi úrslit

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Áki Bertholdsen
6 tímar síðan

Mátin, bústaðir verða seldir upp á, gagnar fyrst og fremst seljaranum, tí tað trýstir prisirnar upp.

Tað heldur Súsanna Bertholdsen, løgtingskvinna fyri javnaðarflokkin. Og tú vil hon hava Jacob Vestergaard, landsstýrismann í vinnumálum at greiða um um nøkur ætlan er um at broyta mátanum, bústaðir verða seldir upp á.

– Ein bústaður skal fyrst og fremst vera eitt heim, ikki ein søluvøra, sigur løgtingskvinnan.

Men tá ið fleiri áhugaðir keyparar verða settir at bjóða upp ímóti hvørjum øðrum í fleiri umførum, kann tað bæði hækka um prísin og økja trýstið á tann einstaka keyparan, sigur hon.

– Keyparar skulu ferð eftir ferð taka støðu til nýggj og hægri boð, og kunnu kenna seg noyddar at spenna bogan meira enn gott er, heldur Súsanna Bertholdsen.

Hon sigur, at ein slík sølutilgongd gagnar fyrst og fremst seljaranum og kann gera tað uppaftur tyngri hjá teimum, sum royna at fóta sær á bústaðarmarknaðinum.

– Fólk, sum hava tørv á einum heimi, kunnu eisini verða sett í kappbjóðing við fíggjarliga sterkar keyparar, sum hava ráð at keypa sær frítíðarhús.

– Tá eru tað sera ymisk fíggjarlig orka, sum kappast um somu hús.

Løgtingskvinnan sigur at hetta reisir spurningin, um reglurnar í nóg stóran mun taka atlit til, at bústaðir fyrst og fremst skulu tryggja fólki eitt heim.

Hon sigur, at í Danmark eru reglur, sum avmarka slíkari kappbjóðing. Har hevur meklarin ikki loyvi at upplýsa áhugaðum keyparum hvat onnur hava bjóðað.

– Verður biðið um afturlatin boð, skulu tey haldast loynilig til eina ásetta freist, og allir áhugaðir keyparar skulu hava sama grundarlag at bjóða á, sigur Súsanna Bertholdsen.

Og heldur seljarin ikki, at boðini eru nøktandi, kann hann - sum heild - vraka øll boð.

Á heysti 2024 boðaði táverandi landsstýrismaður í vinnumálum frá, at hann fór at eftirmeta lóggávuna á økinum og at taka stig til broytingar, um tað vísti seg at, hett var ein partur av bústaðartrupulleikanum.

Í samgonguskjalinum stendur, at møguleikarnir hjá ungum at eiga og leiga bústað skulu betrast. Tað stendur eisini at ein bústaðargrunnur skal bøta um møguleikarnar hjá teimum, sum vilja at keypa sín fyrsta bústað, at seta føtur undir egið borð

– Í hesum sambandi er tað eisini viðkomandi at hyggja at reglunum fyri sjálva húsasøluna, heldur Súsanna Bertholdsen.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15

Leigunevndin: Útleigari má rinda alt depositumið aftur

5. november kl. 12:30