Tað gongur væl hjá Rutt Hjelm, sum er fødd og uppvaksin í Suðuroy, og manni hennara, Lars Møller Jensen Hjelm. Hjúnini eiga og reka Sydhavnens Vinbar í Keypmannahavn, sum nú er kosin ársins vínstova í Danmark.
Tann 25. oktober varð Sydhavnens Vinbar kosin Årets Vinbar 2026 av Den Danske Spiseguide.
Bert átta dagar seinni, tann 2. november, vann vínstovan eisini gull fyri besta úrvalið av eysturríkskum víni og silvur fyri úrvalið av rósuvíni á Star Wine List of the Year Denmark 2026.

Frá Suðuroy til danska vínstovutoppin
Rutt Hjelm er fødd og uppvaksin í Suðuroy, meðan maður hennara, sum eisini verður nevndur VinLars, er føddur og uppvaksin í Grønlandi.
Saman reka tey Sydhavnens Vinbar á Borgbjergsvej í Keypmannahavn. Vínstovan hevur meira enn 1.000 vín á vínkortinum.
Hjúnini standa eisini aftan fyri vínbúðina Den Tredje og veitsluhølini Minibaren.
– Vit bygdu vínstovuna, men tað eru starvsfólkini og gestirnir, sum hava givið henni sál, sigur Lars Møller Jensen Hjelm í tíðindaskrivi.
Nú lata tey nýggja vínstovu upp
Men Rutt Hjelm og maðurin hava fleiri ætlanir.
Umleið 1. desember lata tey nýggju vínstovuna Cellar4 upp í Badstuestræde 4 í miðbýnum í Keypmannahavn.
Nýggja vínstovan fer serliga at leggja dent á góðskuvín, portvín og persónliga ráðgeving.
Sofia Aelberry, sum er vínserfrøðingur, verður dagligur leiðari.
Við trimum heiðurslønum eftir góðari viku og einari nýggjari vínstovu á veg er 2026 vorðið eitt merkisár hjá suðuroyinginum og manni hennara.
