Ongi úrslit

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Løgreglan hevur havt úr at gera í nátt, og tey siga, at felagsnevnarin fyri at tey hava havt at gjørt, er rúsdrekka.

Løgreglan sigur, at fótbóltsárið er endað, og nógv feløg hava havt ársveitslur og oman á kom so tað at Halloween, sum føroyingar eisini eru farnir at halda, var í gjár.

Úrslitið var at tað var ræðuliga nógv fólk í býnum, eisini nógvar grýlur, sigur løgreglan.

Løgreglan sigur, at tilsamans hava trý fólk ligið í brummuni í nátt. Ein í sambandi við annað harðskapsmálið, vit skrivaðu um beint niðan fyri og hinir báðir tí teir vóru so ávirkaðir, at teir kláraðu seg ikki.

Løgreglan sigur, at fleiri ferðir var ringur stemningur ímillum fólk, men oftani eydnaðist tað teinum at senda partarnar hvør til sítt, áðrenn tað varð ávast.

Men tvey fólk fingu 1.500 krónur í bót í part fyri at verða so ólátað í síni framferð, og so óhøvusk í sínum málburði, at tey fóru út um mark.

Løgreglan sigur annars, at tey hava hjálpt einum ótali av fullum fólkum, sum hava ligið avdottin, ella eru koyrd til hús, tí tey hava verið so full, og hetta helt á líka til nú tað fór at lýsna fyri degi.

Í nátt varð eisini ein rútur brotin í Havn, men onkur sá gerningsmannin, og hann verður skuldsettur, tá ið løgreglan fær samband við hann aftur.

Løgreglan sigur, at rúsdrekka var uppi í hvørjum einasta málið, tey hava havt við at gera í nátt.

Mest lisið hesa vikuna

Leita eftir manni í Havn

29. oktober kl. 07:46

Maðurin afturfunnin í øllum góðum

29. oktober kl. 08:36

I næstum fara fleiri hundrað bilar at missa nummarpláturnar

26. oktober kl. 16:36

Nú brestur hann á um eina løtu - tað verður ringast sunnan fyri

27. oktober kl. 14:38

Ingrid Elisabeth savnaði 2.100 krónur til børn í neyð: – Eg visti, at onkur fór at verða glaður

26. oktober kl. 14:16

Aftursvar til Sylviu Thomsen: Bústaðarneyðin verður ikki loyst við fleiri skattum

29. oktober kl. 16:39