Hann hevur sagt frá rættiliga nógvum vindi seinnapartin, og tað stendur framvegis við.
Tað merkir, at nú út á seinnapartin fer hann at veksa vindin, og hann veksur skjótt upp 18 - 23 metrar um sekundi, mest av ýtsynningi.
Hetta er miðalvindur, so tað er væntandi at tað verður væl strangari í hvirlunum. Hvussu harðar hvirlurnar verða, veldst í stóran mun á, hvussu ættin er á einun ávísum staði.
Á Veðurstovuni siga tey, tað fer at verða strangast sunnan fyri í Sandoy og í Suðuroy, men mest í Suðuroy
Men hann hæsar rættiliga skjótt av, so longu um 19 tíðina í kvøld er tað ringasta av, men tað verður framvegis nokk so fitt av vindi upp í 15-20 metrar um sekundið, framvegis av útsynningi, og tað varar tað mesta av náttina. Út ímóti morgni minkar hann aftur nakað.