Nevndin fyri Fjarhitafelagið hevur gjørt av at seta Jákup Martin á Válinum sum nýggjan stjóra í Fjarhitafelagnum.
Jákup Martin tók útbúgving sum maskinmeistari í 2009. Hesa seinastu tíðina hevur hann verið maskinmeistari við jack-up skipi sum er við at seta vindmyllur upp.
Jákup Martin hevur eisini royndir hjá SEV. Fyrst sum maskinmeistari á grønu orkuverkunum og eisini sum økisleiðari í miðstaðarøkinum. Og seinast sum deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV, áðrenn hann fór út aftur at sigla.
Tað arbeiða 6 fólk á Fjarhitafelagnum, sum fyri kortum flutti í nýggj høli Úti við Strond í Havn.
Jákup Martin er 44 ára gamal, býr í Vestmanna saman við konu síni og trimum børnum.
Hann tekur við starvinum 1.januar.
Samstundis takka tey Eiriki Mørkøre, ið hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri síðani í vár, eftir at Hans Christian Dam legði frá sær sum stjóri vegna aldur. Somuleiðis takkar nevndin Hans Christiani fyri síni 22 ár sum stjóri í felagnum.