Ongi úrslit

Minningarorð um Jóhan Larsen av Eiði

Tóra, Kristianna, Oddvør og Esta
8 tímar síðan

Beiggi okkara, Jóhan Larsen er farin foldum frá, 72 ára gamal.
Vit vóru fimm systkin, fýra gentur og ein drongur. 

Beiggi var frá smádrongi av altíð klárur at hjálpa bæði inni og úti. Pápi, Andreas Larsen arbeiddi fleiri ár í Føroyingahavnini, tá var mamma, Anna Elisabeth Larsen eftir heima við 5 børnum. Tíðliga í lívinum føldi beiggi ábyrgd fyri systrunum, hóast hann var miðlingur. 

Abbi, Jóhan í Djónastovu, hevði altíð nógv at gera, hevði kúgv, seyð og torv. Beiggi var dagliga við honum og hjálpti ommu og abba við tí ymiska, ið tey ikki orkaðu sjálvi. 

Beiggi giftist við Lis Andreasen, og fingu tey fýra børn; Henny, Pól Andrias, Onnu Mariu og Tummas. Fyrst fødda, Henny doyði longu sum 6 ára gomul av ringari sjúku. Hetta var ein dyggur smeitur fyri beiggja, Lis og fyri alla familjuna. 

Nú hann í fleiri ár hevur stríðst við sjúku, sum so við og við tók hansara førleikar, bleiv lívið tungt hjá honum og ikki minst hjá Lis.
Hann vildi so fegin sloppið at liva longur og sæð abbabørnini vaksa upp, men sum hann plagdi at siga, at um Guds ætlan er, at hesi vórðu árini, so takkaði hann fyri tey.

Beiggi hevur frá ungum árum átt Gudstrúnna og hevur lagt alt í Harrans hendur heilt til seinasta andadrátt. 

Tað var ein stórur skari, ið fylgdi honum til hansara seinasta hvíldarstað her á fold. Stóra tøkk til tykkum øll.
Friður verið við minninum um beiggja okkara Jóhan Larsen.

Systrarnar,

Tóra, Kristianna, Oddvør og Esta

Mest lisið hesa vikuna

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

11. oktober kl. 09:14

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

10. oktober kl. 10:59

Landsstýrið hevur ferðast fyri 3,4 milliónir upp á eitt hálvt ár

12 tímar síðan

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

10. oktober kl. 15:20

Mín uppliving við heilabløðing og ein áheitan á Løgtingið

11. oktober kl. 17:59

Vegurin avbyrgur av stórari skriðu

9 tímar síðan