Ongi úrslit

Kanna eitt mál um haturstalu ímóti samkyndum

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Á miðdegi í gjár skrivaðu onkur dulnevndur til løgregluna at melda haturstalu ímóti samkyndum.

Tað er niðri í Steinatúni í Havn, at onkur hevur málað nazistamerið á ein vegg og skriva okkurt ið verður mett at vera haturstalu ímóti samkyndum.

Løgreglan sigur, at í hesum sambandi hava tey stovnað eitt mál um brot á grein 266b í revsilógini, sum er um at niðurgera ávísar samfelagsbólkar

Løgreglan veit ikki hvør tað er, men sagt verður, at hetta er hent fyrr í vikuni, í hvussu so er áðrenn hósdagin, men eingin hevur sagt løgregluni frá fyrr enn á miðdegi í gjár.

Løgreglan sigur, at tey kanna málið, men er tað onkur, sum veit okkurt um hetta, eru tey vælkomin at siga frá.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Suðuroyartunnilin skal vera ótrúliga dýrur áðrenn tað ikki loysir seg

23 tímar síðan

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

19 tímar síðan