Ongi úrslit

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Hetta vikuskiftið hevur løgreglan verið eftir einum manni, sum var meiri enn sjáldsama ólátaður í Havn. Hann gjørdi um seg og leikaði í. Hann noktaði at fara av skeinkistøðum og matsovum tá ið hann var burturvístur fyri ólátaða framferð, eitt nú trokaði hann seg inn í køkina á matstovum.

Men lítið hjálpti so triðju ferð løgreglan varð boðsend eftir honum, varð hann handtikin og settur í varðhaldi.

Hann slapp út aftur fyrrapartin gjár tá ið hann hevði sovið rúsin av sær - og tað var eisini við eini bót upp á 1.500 krónur fyri at bróta skilhaldsreglurnar.

Men hann var lítið meiri enn útsloppin, so varð løgreglan aftur boðsend eftir sama manni. So varð hann handtikin eina ferð afturat og settur í varðhaldi. Síðani er hann leyslatin aftur, men aftur hesa ferð fekk hann 1.500 krónur í bót fyri at bróta skilhaldseglurnar.

Mest lisið hesa vikuna

Svikarar hava tømt kontuna hjá minst einum føroyingi

27. sepember kl. 13:41

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Tá sporlið stýrir høvdinum

27. sepember kl. 22:21

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Frá veteranum til nýggjar kreftir: Fimm starvsfólk seta dám á Formula

28. sepember kl. 11:31

Ræðuleiki í stýrhúsinum: Flogskipari stungin, meðan flogfarið fall 5.200 metrar

Í gjár kl. 19:27