Ongi úrslit

Tað er eitt felag Gunnar ikki ætlar sær at umboða

Víkingurin, sum hevur verið í Íslandi og nú er í Vejle, útilokar ikki, at hann hevði tikið av, um boð vóru eftir honum frá størri felag

Jonhard Hammer
1 tími síðan

Í fleiri ár vóru teir báðir miðverjar hjá Víkingi, og tá vunnu teir nógv saman. Atli Gregersen og Gunnar Vatnhamar vóru liðfelagar, tá ið Víkingur vann FM í 2016 og 2017, og tá ið Víkingur vann finaluna í kappingini um løgmanssteypið í 2013, sum var fyrsta árið hjá Gunnari í bestu deildini og í 2014 og 2015.

Í 2023 flutti Gunnar Vatnhamar úr Víkingi og til Íslands, har hann var fastur maður hjá Víkingi Reykjavík fram til í summar, tá ið hann flutti til Vejle BK í næstbestu donsku deildini.

Nú eru Atli og Gunnar millum teir, sum fyrireika seg til avgerandi dystin í Nations League, sum verður seinnapartin í morgin móti Moldova.

Atli Gregersen er hjálparvenjari, og Gunnar Vatnhamar er fastur maður í stinnu miðverjuni.

-Eg lærdi ógvuliga nógv av at spæla saman við Atla í miðverjuni hjá Víkingi, og tað bar við sær, at eg var væl fyri, tá ið eg flutti til íslendskan fótbólt og heilt skjótt vann pláss á besta liðnum, og at tað nú gongur væl í Danmark, sigur Gunnar Vatnhamar, tá ið vit eftir venjingina í dag hittu teir báðar.

Og Atli Gregersen leggur aftrat:

-Vit hava við stórum áhuga fylgt við, hvussu tað hevur gingið hjá Gunnari í Reykjavík, og hvussu tað nú gongur hjá honum í Vejle. Tað kann avgjørt ikki útilokast, at hann hevur møguleika at flyta til størri felag, enn hann nú spælir fyri. Men í fyrstu atløgu snýr tað seg hjá Gunnari um at halda fram í Vejle, sum kappast um at flyta upp aftur í Superliguna, og serliga at hava fokus á dystinum í morgin og avrika soleiðis, sum hann og hinir í verjuni hava gjørt. Um vit skulu vinna í morgin, er tað neyðugt, at Gunnar og allir hinir hava beinini á jørðini og avrika so væl, sum teir megna, bæði í verju og álopi, og eg hevði einki havt ímóti tí, um Gunnar Vatnhamar í hornasparksstøðu við høvdinum sendi bóltin í málið hjá Moldova, sigur Atli Gregersen.

Tá ið hjálparvenjarin nevnir, at hann ikki útihýsir, at tað er møguleiki fyri, at Gunnar kann flyta til størri felag, so spyrja vit, um hann droymir um at spæla við Manchester United, har tað lekur illa í verjuni.

-Tað er ikki tað, sum liggur fremst í huganum, Vit trívast væl í Vejle, og so eg eri Liverpool maður. Men kanska tað hevði verið áhugavert, um Jürgen Klopp varð venjari har. Tað verður hann neyvan, og so eri eg ikki áhugaður í tí møguleikanum, skemtar Gunnar Vatnhamar.

31 ára gamli Gunnar Vatnhamar var fyrstu ferð á landsliðnum í 2018. Í morgin fer hann at umboða Føroyar fyri 64. ferð, og hann hevur seinastu árini verið ein av teimum drúgvastu á landsliðnum. Higartil hevur Gunnar Vatnhamar skorað trý mál fyri Føroyar.  

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

19 tímar síðan

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

14 tímar síðan

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Par kom til ilnar á alfaravegi

Í gjár kl. 09:08

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

10 tímar síðan

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23