Ongi úrslit

Par kom til ilnar á alfaravegi

Áki Bertholdsen
42 minuttir síðan

Seinnapartin í gjár varð ringt til løgregluna úr einum handli í Eysturoynni at melda, at eitt par var komið til ilnar uttan fyri handilin á alfaravegi ,og at tey vóru um at fara til hendurs.

Løgreglan sigur, at tey fóru á staðið og tóku mannin við sær. Hann var ávirkaður av rúsdrekka og ólátaður, so hann varð settur í brummuna.

Har situr hann enn tí enn er støða ikki tikin til um hann skal skuldsetast - og verður hann skuldsettur, skulu tey eisini fáa greiði á, hvat hann skal skuldsetast fyri, um tað verður fyri harðskap ella hóttanir, ella hvussu.

Mest lisið hesa vikuna

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

Í gjár kl. 16:10

Hon var til reiðar at taka sæti á tingi fyri at fella uppskot um fosturtøku

10. november kl. 17:23

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

10. november kl. 09:01

Har ein skriðan er lopin, er onnur væntandi

9. november kl. 20:35

Avmakt er eisini makt – hesin veturin verður drúgvur

11. november kl. 06:48

Zelensky við persónligari heilsan: Skrivaði á flaggið hjá Bjørn Kallsoy

11. november kl. 14:08