Ongi úrslit

Zelensky við persónligari heilsan: Skrivaði á flaggið hjá Bjørn Kallsoy

Ukrainski forsetin Volodymyr Zelensky hevur skrivað eina persónliga heilsan til føroyska hermannin Bjørn Kallsoy, sum stríðist í Ukraina.

© Privat mynd.
Serlig løta á Fólkatingi: Zelensky skrivar eina persónliga heilsan á flaggið hjá føroyska hermanninum Bjørn Kallsoy.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Tað hendi í dag, tá fólkatingsmaðurin Sjúrður Skaale hitti ukrainska forsetan á Fólkatingi og fekk hann at skriva eina heilsan á eitt flagg, sum Bjørn Kallsoy áður hevði givið honum.

Á flagginum stóðu longu nøvnini á fleiri hermonnum, sum hava barst saman við føroyinginum í Ukraina.

Zelensky skrivaði á flaggið
Sjúrður Skaale greiðir frá at hann kom at standa undir liðini á Zelensky og fekk høvi at siga honum frá privata stuðlinum úr Evropa til Ukraina.

Hann nevndi millum annað átakið hjá Heina Zachariasen og Bjarta Grunveit Olsen, sum hevur snúð seg um at keypa bilar til ukrainska herin.

Síðani bað hann forsetan skriva á flaggið.

– Segði so, at tað vildi verið ein heiður, um hann hevði sett sítt navn á flaggið sum eina serliga heilsan til føroyingarnar í Ukraina – og í øðrum lagi til teir altjóða soldatar, teir berjast saman við. Sjálvandi, segði hann. Tað er mín heiður!

Zelensky skrivaði:

"Thanks for your support, Zelensky"

Heilsanin varð skrivað beint undir navninum „Viking“, sum er kallinavnið hjá Bjørn Kallsoy á hermótinum.

Flaggið skal aftur til Bjørn
Sjúrður Skaale sendi beinanvegin Bjørn mynd av heilsanini. Bjørn, sum júst var komin aftur á hermótið, takkaði og sendi eina mynd aftur.

Fólkatingsmaðurin ætlar at lata Bjørn flaggið aftur, tá hann kemur heim til Føroya.

– Við nýggju heilsanini hevur tað fingið eitt heilt annað og søguligt virði. Og tann heilsanin er til Bjørn. Ikki til mín, skrivar Sjúrður Skaale.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

5. november kl. 19:45

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

6. november kl. 09:27

Løgtingskvinna vil tálma kappbjóðingini tá ið bústaðir verða seldir

Í gjár kl. 09:01

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

7. november kl. 09:17

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

7. november kl. 07:15