Ongi úrslit

Lívið er einfalt og ræðuligt: Krígsharrin í Kreml skuldi verið pliktlesnaður

Sjúrður Skaale
3 tímar síðan

Skiparin á russiska “skuggaskipinum”, sum kvetti ein samskiftiskaðal millum Russland og Estland, er júst fongslaður.

Í Bretlandi vísa kanningar, at russisk skip á illgrunasaman hátt hava siglt óteljandi ferðir uppi yvir samskiftiskaðalum.

Sum eg vísti á í grein herfyri, hava russisk skip verið meira í føroyskum sjógvi í ár enn í fjør – hóast tey hava fiskað minni. Nøkur av skipunum eru illgrunasom.

Um Russland í einum høggi kvettir nógvar europeiskar samskiftiskaðalar av, steðgar búskapurin upp. Snøgt sagt. Okkara búskapur er treytaður av tí samskifti, sum fer gjøgnum hesar kaðalar.

Men um fáar vikur gera Føroyar nýggja avtalu við Russland. Enn einaferð fara vit at loyva russiskum skipum – eisini illgrunasomum skipum – at virka á føroyskum øki.

Verður tað sum farnu árini, fer talið á skipum, sum fáa lisens at virka her, at liggja um 30. Tað er nógv meira enn tørvur er á fyri at taka tann fisk upp úr sjónum, sum Russland fær rætt til (hóast mongdirnar eru stórar).

Men vit fara at geva lisensirnar kortini...

Lívið er einfalt og ræðuligt
Men hvat er tað fyri stýri, vit fara at gera avtalu við ?

Tað gevur bókin “Krígsharrin í Kreml” eitt sera gott innlit í.

Høvundur er Aage Storm Borchgrevink, sum hevur Russland í æðrunum, so at siga. Alt sítt lív hevur hann ferðast í Russlandi og skrivað um Russland.

Bókin kom á føroyskum í summar. Bjarni Djurholm hevur umsett.

Øll, sum vegna Føroyar taka avgerðir um samstarvið við russiska stýrið, áttu at lisið hana. Hon er ein “tour de force” gjøgnum nýggjari russiska søgu. Eina søgu, sum er 100% myndað av tí stóra diktatorinum, Vladimir Putin og hansara nærmastu fólkum.

Vit fylgja Putin frá tí at hann er smádrongur, til hann verður njósnari í Europa, kemur inn í russiskan kommunalpolitikk – og til endans fær ta totalu maktina í heimsins størsta landi.

Søgan er ótrúliga hugtakandi – og ræðandi. Vit fáa innlit í ein mann, sum frá barnsbeini hevur lært, at lívið grundleggjandi er rátt og einfalt. Alt er stríð, alt er kríggj. Tann, sum fyrst leypir á, er tann, sum sleppur við lívinum.

Henda lívshugsjón og henda psyka verður best lýst við myndini av rottuni, sum Putin sum drongur hevði fangað, men sum brádliga leyp á hann: Ert tú “drongurin”, so drep “rottuna” meðan tú kanst. Ert tú “rottan”, so leyp á “dreingin” við øllum, sum tú hevur.

So einfalt – og so ræðuligt – er lívið!

Tá ein lesur bókina, sæst hesin hugburður aftur allastaðni. Putin er alla tíðina drongurin, sum drepur rottur:

Kekkenia er ein rotta.

Georgia er ein rotta.

Politiskir mótstøðumenn eru rottur.

Frælsir miðlar eru rottur.

Fólkaræði er ein rotta.

Rættarskipanin er ein rotta.

Ukraina er ein stór, feit, sterk rotta.

Vesturheimurin er hinvegin ein stórur drongur, sum tann russiska rottan skal leypa á.

Fólk eru til fyri statin
Óalmenn tøl siga, at Russland farna mánaðin hevur mist yvir 50.000 hermenn í krígnum. Tað mesta síðani innrásina í 2022.

Væl meira enn ein millión russiskir hermenn hava nú mist lív ella heilsu. Líðingunum í Ukraina – har Russland nú fer tilvitað og beinleiðis eftir sivilum málum – kann ikki sigast frá.

Hvussu kann ein maður offra so nógv – eisini sítt egna fólk – fyri sínar persónligu ambitiónir á henda hátt?

Hvussu kann hann síggja hetta henda? Hvussu kann hann skapa so ófatiliga nógva líðing? Hvussu kann hann oyðileggja so nógv? Hvussu kann hann síggja seg sjálvan í speglinum? Hvussu kann hann sova um náttina?

Bókin gevur ta fatan, at svarið liggur í teirri sjúku psykuni á Putin. Hansara stóra mál er at endurvinna sovjettiska stórveldið. Og til tess at náa málinum, mugu menniskju ofrast. Men tað ger minni tí alt snýr seg um Russland. Um stórveldið. Um tjóðskaparliga stoltleikan. Og um at gera Putin til eitt stórmenni í søguni.

Sum høvundurin skrivar: “Aftan fyri veruliga Kreml, har politisku gerandisavbjóðingarnar vórðu handfarnar, var eisini eitt dreymakent Kreml, har Ivan Hin Ræðuligi, Pætur Fyrsti og Katarina Mikla búðu. (...) Tað tóktist, sum at hesi skapini úr fortíðini vóru veruligari fyri hann enn herovastarnir, sum vórðu dripnir í Ukraina, ella oligarkarnir, sum illneitaðust um, at kríggið oyðilegði búskapin. At ofra mannalív á altarinum hjá heimsveldinum var prísurin, tsarurin mátti rinda fyri at trína inn í søguna”.

 Mann skilir tað óskiljandi
Tá ein lesur bókina, kennir ein nógv aftur. Vit minnast kríggini. Tey mest spektakuleru drápini. Kavbátin Kursk. Valini, sum endaði sum demokratiskur glasurur uttan á einum ráum einaræði. Vit minnast eisini hóttanina um revsitiltøk móti Føroyum, tá vit í fjør fóru at tosa um at útihýsa tveimum russiskum reiðaríum úr føroyskum havleiðum (ja, tað er faktiskt eisini við í bókini).  

Men tá mann sær alt hetta sett í samanhang og greina av einum manni, sum hevur brúkt lívið uppá at læra Russland at kenna innanífrá, sær mann tann reyða tráðin. Mann skilir samanhangin. Logikkin. Tað ber til at skilja tær mekanismur, sum liggja aftanfyri ta ráu, mannvondu kynismuna hjá russiska einaræðisharranum.

Putin er kanska týdningarmesta menniskja í okkara tíð.

Eg havi lisið fleiri bøkur um hann – men hetta er kanska tann besta. Og so er hon á føroyskum!

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00