Síðani 2019 eru einir 4.000 útlendingar komnir til Føroya. Tað vísir ein samanteljing hjá Búskaparráðnum.
Tey siga, at væntast kan at umleið helvtin av teimum at helvtin av teimum verður verandi so leingi í Føroyum, at tey kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi.
Talið á útlendingum, sum kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi, eftir at hava verið í somu vinnu í sjey ár, táttaði í 2.000 fólk í fjør.
Útlendingar, sum hava búð í Føroyum og arbeitt í somu vinnu í sjey ár, kunnu søkja um varandi uppihaldsloyvi.
Myndin oman fyri vísir, hvussu nógv fólk við øðrum ríkisborgaraskapi, enn føroyskum, hava uppihildið sær í Føroyum í ávikavíst 0-1 ár, 1-2 ár og so framvegis upp til 6-7 ár.
Tað sæst týðiliga á myndini, at talið á útlendingum er vaksið nógv hesi seinastu árini, og at tað eru mong, sum hava verið í Føroyum í fleiri ár.
Útlendingar eru eru fólk við øðrum ríkisborgararætti, enn føroyskum og donskum.
Hendan myndin vísir, hvussu nógvir útlendingar eru komnir til landið í ávísa árinum (grái stabbin) og, hvussu nógv av teimum framvegis vóru í Føroyum í 2025 (reyði stabbin).
Harafturat vísir myndin, hvussu nógvir av útlendingum kunnu metast at vera verandi í meira enn sjey ár og soleiðis fáa rætt til at søkja um varandi uppihaldsloyvi (grøni stabbin).
Myndin oman fyri vísir talið á útlendingunum ár fyri ár, sum eru komnir til Føroya síðani 2019 og kunnu søkja um at fáa varandi uppihaldsloyvi.
Talið á útlendingum, sum kunnu fáa varandi uppihaldsloyvi eftir sjey ár í somu vinnu, táttar í 2.000 fólk í fjør.