Maðurin, sum løgreglan eftirlýsti fyrr í morgun, er nú afturfunnin. Eftir umstøðunum hevur hann tað gott.
Men løgreglan sigur, at hann var funnin uttandura, á einum plássi har fólk ikki vanliga eru, ikki langt frá har hann býr.
Hann var dottin og kláraði ikki upp aftur, men hann var kaldur, so hann er komin undir læknahond.