Ongi úrslit

Viljormur hevði fleiri møguleikar at velja í

Veteranurin á NSÍ liðnum kvígur ikki fyri gummibeinum, nú tað er gullhýrur í Runavíkar kommunu

Jonhard Hammer
6 tímar síðan

Tað er ramur gulldeymur í Runavíkar kommunu, nú tað av álvara verður talt niður, og tað verður bíðað eftir, at NSÍ fer at vinna FM heitið fyri aðru ferð.

Í vikuni hevur tað verið nógv fótbóltsprát á arbeiðsplássum, og NSÍ spælararnir hava verið á vitjan í skúlanum og á stovnum. NSÍ sangir hava ljómað, og børnini eru farin til hús við gullhári.

Ein av elstu og royndastu spælarunum á liðnum er Viljormur Davidsen. 35 ára gamli Viljormur, sum hevur spælt 96 landsdystir, flutti síðsta vetur aftur til barndómsfelagið í Runavík. Áðrenn hann sum blaðungur í 2012 fór av landinum fyri at royna eydnuna sum fótbóltsspælari, var hann sambært FaroeSoccer við í trimum landskappingardystinum á besta liðnum hjá NSÍ.

Eftir at hann hevði verið uttanlands í nógv ár, fór hann í 2023 at spæla við HB, og har var hann í 2023, 2024 og 2025.

Síðsta vetur skrivaði Viljormur Davidsen undir sáttmála við barndómsfelagið NSÍ:

-Tað er eingin loyna, at tað vóru fleiri tilboð at velja millum, men eg var ikki í iva, hvat felag eg skuldi skriva undir sáttmála við. NSÍ kendist at vera væl skipað sum felag, og tá ið eg spurdi meg fyri, so fekk eg fatan av, at spælarahópurin var harmoniskur. Vit fingu nýggjan venjara úr Íslandi, og stigatalvan sigur, at tað hevur gingið uppaftur betur, enn eg frammanundan hevði ímyndað mær, at tað fór at gera, sigur Viljormur Davidsen.

Hóast tað kring felagið hevur verið nógv stákan, so kennir Viljormur Davidsen seg púra tryggan um, at tað fer at eydnast NSÍ at tryggja sær FM heitið seinnapartin í morgin, tá ið Viljormur og liðfelagarnir fara at spæla ímóti HB, sum hann umboðaði 2023 - 2025.

-Tað hevur verið tosað og skrivað um gummibein, men ta kensluna hava vit als ikki í hópinum. Moralurin er góður, og góða gongdin er orsøk til, at vit í morgin fara á vøllin við stórum sjálvsáliti. Vit taka uppgávuna í fullum álvara og gleða okkum at spæla síðsta heimadystin, og at gera tað við nógvum áskoðarum og góðum hýri kring vøllin, sigur Viljormur Davidsen.

Dysturin millum NSÍ og HB verður í morgin klokkan 15, og dómari verður Rúni Gaardbo.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07