Tað ber væl til at spara milliónir um árið, næstan uttan at nakar hevði lagt merki til tað. Tað heldur Fróði Magnussen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, og fyrrverandi formaður í Búskaparráðnum.
Hann vísir á, at í 2020 vóru almennu útreiðslurnar til rakstur 5,2 milliardir, men í dag eru tær 7,5 milliardir, ella 43 prosent størri.
Hann heldur, at vit eiga at spyrja okkum sjálvi, hvat Føroya fólk hevur fingið burtur úr hesum vøkstrinum. Eru bíðilistarnir styttri, eru fleiri røktartímar í eldrarøktini, betri undirvísing í skúlunum ella fleiri viðgerð í heilsuverkinum,
Nú Løgtingið viðgerð fíggjarlógina fyri næsta ár, verða fleiri sparingar settar í verk. Strandferðslan skal ikki rinda fyri at brúka Havnirnar kring landið, og Heilsuverkið skal spara, so talan er eisini um beinleiðis vælferðartænastur, sum verða skerdar, ella strikaðar
Fróði Magnussen tekur ikki undir við fleiri av hesum sparingunum, og hann heldur, at samgongan eigur at raðfesta kjarnuvælferðina fram um annað.
Tí heldur hann, at vit eiga at binda frið við havnirnar og at sleppa heilsuverkinum undan sparingum.
Í fjør brúkti tað almenna 35 milliónir upp á at ferðast - og tá er sjúkraflutningur ikki tikin við, staðfestir Fróði Magnussen.
– Mítt uppskot er vit lækka játtanina til almennar ferðir 15 milliónir, tí so eru framvegis 20 milliónir eftir til neyðugar arbeiðsferðir, sigur løgtingsmaðurin.
Hann sigur, at tað ber væl til at minka almennu ferðaútreiðslurnar munandi, uttan at nakar leggur merki til tað.
Tær 15 milliónir kunnu so brúkast til at hækka játtanina til heilsuverkið og til at hækka játtanina til Strandferðsluna so at ferjurnar framvegis rinda havnagjøld.
Fróði Magnussen skjýtur eisini upp, at vit hava setanarsteðg í almennu fyrisitingini hesi næstu trý árini. Her hugsar hann um starvsfólk sum ikki veita beinleiðis tænastur til fólk, tí eitt slíkt tiltak skal ikki raka sjúkraviðgerð, røkt, undirvísing, ella aðrar beinleiðis tænastur til fólk.
– Tá ið eitt alment starv verður leyst, skal tað ikki setast av nýggjum, fyrr enn stovnurin hevur kannað um uppgávan ikki kann loysast bíligari, kanska talgilt, ella við vitlíki.
Fróði Magnussen sigur, at í Føroyum hava vit 13.000 starvsfólk undir tí almenna, har góð 6.100 arbeiða hjá Landinum.
– Siga vit, at 1.500 av teimum eru fyrisitingarlig størv, og at tað fara átta prosent frá um árið av natúrligum orsøkum tí tey skifta starv, ella verða pensjonerað, er starvsfólkatalið minkað 330 størv um trý ár - uttan at nakar er uppsagdur.
Eftir trimum árum hevði sparingin verið einar 174 milliónir um árið og sostatt ber til at spara einar 190 milliónir um árið, uttan at nakar leggir nakað serligt merki til tað.
Endamálið er at flyta pengar út til fólkið, til undirvísing, til heilsuverkið og til røktina - og tað er eingin, sum leggur merki til um akademikarar í almennum størvum ikki sleppa so ofta at ferðast upp á landsins besta, sigur Fróði Magnussen.