Ongi úrslit

Amerikanskur serfrøðingur: Trump skal keypa Føroyar leysar frá Danmark

USA eigur at yvirtaka donsku ríkisveitingina til Føroya og fáa hernaðarlig rættindi afturfyri. Tað heldur amerikanskur-ísraelskur trygdarserfrøðingur.

Trump skal loysa Føroyar frá Danmark. Tað krevur amerikanskur-ísraelskur trygdarserfrøðingur, sum vil hava USA at fíggja føroyska loysing afturfyri hernaðarrættindi í Norðuratlantshavi.
Edmund Jacobsen
4 tímar síðan

Donald Trump, forseti í USA, eigur at hjálpa Føroyum at gerast sjálvstøðugar og samstundis tryggja amerikanska herinum varandi atgongd til føroyskt land- og sjóøki.

Tað skrivar Jose Lev Alvarez, amerikanskur-ísraelskur serfrøðingur í altjóða trygdarpolitikki, í einari hvassari viðmerking í amerikanska miðlinum Washington Examiner 22. oktober.

Hann heldur, at Danmark við ríkisveitingini bindur Føroyar fíggjarliga og harvið forðar fyri loysing. USA eigur tí at yvirtaka veitingina, um føroyingar sjálvir ynskja tað.

Vil hava Trump at rinda fyri føroyska loysing

Alvarez skjýtur upp, at USA yvirtekur donsku ríkisveitingina, sum hann metir til umleið 90 milliónir dollarar árliga, svarandi til umleið 580 milliónir danskar krónur.

Hann vísir á, at veitingin nú bert svarar til umleið tvey prosent av føroyska BTÚ og fýra prosent av almennu inntøkunum.

– Trump-stjórnin má sjálv taka stig til at loysa hesa fastlæstu støðuna. Við at bjóða sær til at yvirtaka ríkisveitingina, treytað av at føroyingar sjálvir biðja um tað, kann Washington beina burtur fíggjarliga váðan, sum forðar fyri loysing. Samstundis kann USA tryggja sær varandi rættindi til herstøðir, eftirlitsútgerð og virksemi, sum kann hava bæði borgarlig og hernaðarlig endamál, skrivar hann.

Leggur Danmark undir at brúka ríkisveitingina sum trýst

Alvarez fer hart at donsku stjórnini, sum hann leggur undir at brúka ríkisveitingina sum politiskt trýst.

Hann heldur, at óttin fyri at missa veitingina fær føroyingar at halda fast við ríkisfelagsskapin.

– Keypmannahavn brúkar hesa fíggjarligu bindingina sum eitt politiskt vápn og ávarar beinleiðis um, at ein atkvøðugreiðsla fyri fullum sjálvstýri alt fyri eitt fer at steðga veitingini, skrivar hann.

Sambært Alvarez forðar hetta fyri, at føroyingar kunnu taka avgerð um loysing uttan at stúra fyri fíggjarligu avleiðingunum.

Hetta eru tó metingar hjá greinaskrivaranum og ikki staðfestar niðurstøður.

Vil brúka føroyskar aliringar til hernaðarligt eftirlit

Uppskotið fevnir eisini um eina umfatandi hernaðarliga ætlan.

Alvarez vil hava amerikanska og ísraelska tøkni setta upp í føroyskum alibrúkum. Endamálið er at fylgja russiskum kavbátum og øðrum hernaðarligum virksemi í Norðuratlantshavi.

Hann skjýtur upp at seta framkomna ljóðeftirlitsútgerð í aliringar og brúka ómannaðar kavbátar í føroyskum havnum.

– Fyrsta stigið eigur at vera ein nýggj skipan, har ísraelsk ljóðeftirlitstøkni og framkomnir skynjarar verða sett beinleiðis í føroyskar aliringar. Hetta kann tryggja støðugt og lítið sjónligt eftirlit við farleiðunum, uttan at neyðugt verður at byggja stór hernaðarlig mannvirki, skrivar hann.

USA skal fáa serlig hernaðarrættindi

Triði parturin av ætlanini er ein tíggju ára avtala, har USA tryggjar fíggjarliga grundarlagið undir føroyska samfelagnum afturfyri einkarætt til hernaðarliga atgongd.

Alvarez heldur, at samstarv við ísraelska tøkni samstundis kann styrkja føroysku alivinnuna og útflutningin.

Hann vísir eisini á hernaðarliga týdningin av Føroyum millum Ísland og Hetland, har russiskir kavbátar kunnu sigla út í Atlantshavið.

Ávarar um russisku hóttanina

Alvarez vísir á, at radarin á Sornfelli varð stongdur í 2007, og at nýggj radartøkni frá Thales nú bøtir um eftirlitið.

Men hann heldur, at vandin framvegis er stórur.

– Trygdin hjá Vesturheiminum kann ikki longur vera gísli hjá norðurlendskari líkasælu. Hvítu húsini mugu handla nú, tryggja sær Føroyar, fylla holið í verjuni og læsa dyrnar til Atlantshavið, áðrenn Moskva sparkar tær upp, skrivar hann.

Alvarez hevur sambært Washington Examiner tænt í ísraelskum serdeildum og amerikanska herinum.

Greinin er ein persónlig politisk viðmerking og ikki ein fráboðan um ætlanir hjá amerikonsku stjórnini.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

22. oktober kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

Í gjár kl. 12:08

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

22. oktober kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07