Takk fyri aftursvarið, Árni Skaale.
Vit eru samd um, at fleiri bústaðir skulu byggjast. Men tú svarar ikki mínum grundleggjandi spurningi:
Hví skal arbeiðsinntøka skattast, meðan stórur vinningur av fastogn undir ávísum treytum kann vera skattafríur?
Sum privatpersónur hevði eg sjálvsagt eisini valt at gera mínar íløgur har, sum tær vóru tryggastar og góvu mest avkast. Men sum fólkavald havi eg ábyrgd av at hugsa um, hvat tænir samfelagnum best.
Tí er kjarnuspurningurin hesin:
Hvat hevur størri týdning fyri Føroyar? At ungar familjur fáa ráð at seta føtur undir egið borð, og at okkara fólk í útlegd fær møguleika at flyta heim? Ella at verja fíggjarligu fyrimunirnar hjá teimum, sum longu eiga fleiri bústaðir?
Eg havi ongantíð mælt til at revsa vanliga húsaeigaran. Tað er munur á einum heimi og einari íløgu.
So leingi sum bústaðir eru ein trotvøra, mugu vit eisini tora at raðfesta bústaðartørvin hjá fólki fram um møguleikan at vinna pening upp á somu bústaðir.
Vit skulu sjálvandi byggja meira. Men fleiri bústaðir og ein rættvísari skattaskipan útiloka ikki hvørt annað.
Tað skal loysa seg at arbeiða, Árni. Men so má arbeiðið eisini geva fólki møguleika at fáa sítt egna heim.
Sylvia Thomsen,
næstforkvinna í Sjálvstýri