Ongi úrslit

Tikin í havnargøtum við rúsevnum uppi á sær

Áki Bertholdsen
2 tímar síðan

Í nátt steðgaði løgreglan einum manni har hann kom gangandi í býnum. Tá ið løgreglan kannaði hann vísti tað seg at hann hevði bæði rúsevni, vekt og hassposar uppi á sær, so hann var rættiliga útgjørdur til at selja.

Løgreglan sigur, at hann varð tikin við á støðina og ímeðan hann sat har, varð bústaðurin hjá honum rannsakaður, og har fann løgreglan eisini nakað av hassjmixi, sum tey kalla tað tá ið hassj er blandað upp í tubbakk.

Løgreglan sigur, at tilsamans er hann skuldsettur fyri at hava 25 gramm av hassji og hassjmixi, og harumframt hevði hann 3,7 gram av ketamini uppi á sær.

Løgreglan sigur, at tá ið hann varð avhoyrdur varð hann leyslatin aftur nú í morgun.

Mest lisið hesa vikuna

Nú følir hann seg noyddan at gera vart við seg

Í gjár kl. 13:22

Nú er nýggjur stjóri settur

20. oktober kl. 23:20

Kunnu spara 190 milliónir um árið - næstan uttan at nakar uppdagar tað

23 tímar síðan

Her eru pengarnir, tú leitar eftir, Eyðdis

Í gjár kl. 19:06

Hetta er als ikki gott nokk: Hvussu skulu vit klára jólini?

20. oktober kl. 09:40

Tað verður aftur illveður um vikuskiftið

22. oktober kl. 09:07