Tórshavnar Býráð arbeiðir nú við eini ætlan um at broyta byggisamtyktina á eini øki á Argjum, sum nú er frílendi, ella, tað er sett av til almenning, náttúrufriðingar- og mentunarlig endamál, sum tað eitur.
Men nú er ætlanin at gera tað til byggilendi, og tað eru grannarnir ørkymlaðir um.
Tey siga, at talan er um eitt øki við Tvættá, og sostatt stúra tey fyri, at tað, sum er eftir av ánni eisini verður lagt undir betong og asfalt.
Tey siga, at longu nú er bygt heilt út á áarbakkan summastaðni og tey stúra fyri, at tað fer at halda fram so at áin fer undir heilt.
Seinasta freist at gera viðmerkingar til ætlanina var í gjár, men tey siga eisini, at tað verður ringt tí tey vita ikki, hvat tey skulu gera viðmerkingar til.
– Vit hava einki ímóti at kommunan útvegar grundstykki til fólk, siga grannarnir.
Men tey siga, at tey hava onga kunning fingið um, hvussu ætlanin er at byggja økinum, og tí vita tey heldur ikki rættiliga, hvat tey skulu viðmerkja.
– Vit undrast á, at byggiætlanin ikki er við í málslýsingini, sum vit eru biðin at viðmerkja, siga grannarnir.
Tí spyrja tey um fríøkið við Tvættá skal leggjast undir betong og asfalt.
Tey siga, at tað, sum er heilt mótsigandi er, at kommunan hevur longu brúkt væl av peningi til at leggja eina viðalund fram við Tvættá til rættis við uppihaldsplássum, gøtum og trøum.
Tey vísa eisini á, at fleiri trøð eru plantað og at grannar eisini hava fingið trøð frá kommununi at planta.
– Verður fríøkið tikið til byggilendi, verða tað yvir 70 nýplantað trøð, sum u fara fyri skeyti, siga grannarnir.
Bygging eigur ikki at verða á einum fríøki sum hesum, serliga tá ið býráðið hevur lovað argjafólkið hetta fríøki fram við Tvættá, siga grannarnir
Tey siga, at býráðið og byggiharrin, sum ætlar at byggja á økinum hava gjørt eitt gerðarbýti, har kommunan letur honum hetta øki, men so fær kommunan eitt øki frá honum ístaðin.
Men tey vita ikki hvat hvussu ætlanin er at skipa økini og hvat kommunan ætlar at brúka økið til, sum hon longu hevur brúkt pengar upp á.
Undir øllum umstøðum stendur hetta als ikki í mát við tað, frílendi, sum argjafólk missa siga tey.
– Tvættá er síðsta áin, sum nakað vatn er í og bæði hon, og frílendið framvið henni, eiga at verða varveitt, siga teir.
Tey halda at tað er skomm, at ongar áir eru eftir á Argjum, aftaná at bygt er uppi á Hamarinum og niðri á Argjum, leggja tey afturat.
Tvættá er longu nógv minni enn hon var. Men tá ið ov lítið vatn rennur í áunum, grógva tær til, tað er bara at hyggi eftir lagnuni hjá Argjaboðsá og Argjagarðá.
– Áin av hamarinum og fram við Reynstún, og oman gjøgnum Lambatrøðina, er so gott sum typt av uppfylling fyri byggiøki og vegum, siga grannarnir.
– Í upprunaætlani fyri fríøkið fram við Tvættá var ein grønur kíli lagdur frá Traðagøtu og niðan í hagan - niðan ímótir Reynunum - og soleiðis, at komandi útstykkingar kundu hava gagn av einum frílendi, sum bandt niðara part av Argjum saman við komandi útstykkingum uppi í Argjahaga, siga tey.
Men eisini hetta fór fyri skeytið av útstykkingini á Hamarinum og nú halda tey, at tað hevur stóran týdning, at tað, sum er eftir av Tvættá, verður varðveitt, siga grannarnir.
Vit hava vent okkum til Anju Weyhe, forkvinnu í byggi- og býarskipanarnevndini í Tórshavnar býráð, men hon vendi ikki aftur.