Beinta Ingeborg Greve úr Nólsoy, hevur nú fingið stuðul úr grunninum til minnis um Sonnu Dahl Waagstein.
Stuðulin er 20.000 krónur.
Beinta Ingeborg Greve er 22 ára gomul og úr Nólsoy, men býr í Reykjavík, har hon gongur á Listaháskóla Íslands við klassiskum sangi sum høvuðsgrein.
Áðrenn tað hevur hon eisini gingið á miðnámi hjá Tórshavnar Musikkskúla, har hon hevur fingið undirvísing í solosangi.
Hon hevur verið virkin á nógvum pallum har hon bæði hevur sungið og spælt sjónleik.
Eitt nú hevur hon verið solistur hjá Føroya Symfoniorkestri og í Ólavsøkukórinum á Tinghúsvøllinum.
Sanglegat til minnis um Sonnu Dahl Waagstein er ein grunnur, sum letur stuðul til sangarar, sum hava víst serstakar gávur og sum ætla at útbúgva seg meira í solosangi.