Ongi úrslit

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Tað byrjaði við einum næmingaskifti í 1990. Nú, 36 ár seinni, hava norskar kvinnur vitjað føroysku vinkonurnar og endurnýggjað gomul vinabond.

Vinabond, sum hava hildið í 36 ár. Gomlu vinkonurnar hittust aftur á Glasi. Frá vinstru: Annette Hvam, Laila Hentze, Kristin Hvam og Liv Hannisdahl. Mynd: Glasir.
Edmund Jacobsen
1 tími síðan

Tríggjar norskar kvinnur úr Oslo vóru herfyri á vitjan á Glasi. Ein teirra, Annette Hvam, var skiftisnæmingur í Studentaskúlanum í Hoydølum í september 1990.

Tá búði hon hjá familjuni hjá Lailu Hentze, sum hon eisini gekk í flokki saman við.

Vinabondini byrjaðu í Oslo

Longu í mars 1990 høvdu Laila Hentze og Anna Maria Østerø verið skiftisnæmingar í Oslo gjøgnum Nordplus Junior. Laila búði tá hjá familjuni hjá Annette.

Nú, 36 ár seinni, hittust tær aftur í Føroyum.

Við á ferðini vóru eisini mamma Annette, Kristin Hvam, og gamla floksfelagin Liv Hannisdahl.

Minnist framvegis sigurin á Eysturríki

Annette minnist serliga, tá Føroyar vunnu 1-0 á Eysturríki í 1990, og hon hátíðarhelt sigurin saman við túsundtals føroyingum í Havn.

Hon fegnast eisini um at hava upplivað føroysku náttúruna og gestablídnið aftur.

Sambært Glasi vóru Laila og Anna Maria fyrstu føroysku næmingarnir, sum fóru uttanlands sum skiftisnæmingar gjøgnum Nordplus-skipanina.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

Í gjár kl. 18:03

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Merkið fær størri rúmd í Ríkisfelagsskapinum

30. oktober kl. 09:14

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00