Ongi úrslit

Nú fara Bústaðir aftur at byggja íbúðir í Havn

Íbúðirnar verða í trimum bygningum - tað eru teir tríggir fremst á myndini
Áki Bertholdsen
55 minuttir síðan

Nú fara Bústaðir aftur at byggja leiguíbúðir í Havn. Hesa ferð er talan um 37 nýggjar íbúðir, sum skulu byggjast við Villingardalsvegin.

Tað er greitt nú Bústaðir hava skrivað undir sáttmála við byggifyritøkuna, HVT, um at byggja tær 37 íbúðirnar.

Farið verður undir arbeiðið í næstum, ella seinni í hesum mánaðinum, og væntandi verða tær lidnar á vári í 2028, ella um hálvtannað ár.

Tær 37 íbúðirnar verða í trimum bygningum og tær eru eisini í trimum ymiskum støddum, soleiðis at tær kunnu hóska til ymiskan bústaðartørv.

20 íbúðir eru 53 fermetrar til støddar
3 íbúðir eru 73 fermetrar til støddar
14 íbúðir eru 85 fermetrar til støddar

Við ymisku íbúðarstøddunum verður møguligt at bjóða bústaðir til bæði einstaklingar, pør og familjurm siga Bústaðir.

Á Bústøðum fegnast tey um ætlanina og tey siga, at getta er ein týðandi verkætlan fyri tey. Og við íbúðum í ymiskum støddum kunnu vit bjóða bústaðir, sum hóska til ymiskan tørv, sigur Jógvan Ósá, stjóri í Bústøðum í eini fráboðan.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

Í gjár kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Árni, tað er munur á at eiga eitt heim og at eiga til íløgu

30. oktober kl. 10:42

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59