Ongi úrslit

Tveir ungir bilførarar mistu koyrikortið á staðnum

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tað verður ofta sagt, at tað eru ungir, mannligir bilførarar, sum hava lyndi til at koyra ov skjótt. Og í gjárkvøldið fekk løgreglan hetta váttað tí upp á eina lítla løtu tóku tey tveir ungar bilførarar fyri at koyra alt ov skjótt.

Teir komu báðir koyrandi eftir Fuglafjarðarvegnum við 124 kilometrum tíman. Men av tí at teir vóru báðir undi 20 ár, høvdu teir eyðvitað eisini havt koyrikortið styttri enn trý ár.

Tey fyrstu trý árini eru at meta sum ein royndartíð og tá eru revsingarnar fyri at koyra ov skjótt, harðari enn annars.

Og í hesum báðum førunum mistu bilførararnir koyrikortið á staðnum, so løgreglan tók tað við sær. Og teir fingu sostatt eisini koyrforboð til teir hava fingið koyrikortið aftur. Tað merkir, at bilarnir skuldu parkerast á staðnum, so teir máttu ganga til hús, ella biðja onkran koma eftir sær.

Mest lisið hesa vikuna

Suðuroyingur við stórum sigri: Rutt Hjelm eigur ársins vínstovu í Danmark

4. november kl. 18:03

Stúra fyri at seinasta áin á Argjum nú fer undir asfalt og betong

3. november kl. 09:30

Nógvar grýlur og nógv full fólk í Havn í nátt

1. november kl. 09:29

Vinabondini hildu í 36 ár: Norskar kvinnur hittust aftur við føroyskar vinkonur

Í gjár kl. 19:45

Ung sangkvinna við serstakum gávum fær fíggjarligan stuðul

3. november kl. 13:59

Eini 2.000 útlendingar kunnu skjótt fáa varandi uppihaldsloyvi í Føroyum

2. november kl. 12:00