Tíverri hendi tað syrgiliga, at okur mistu Allan Enghamar, sum andaðist brádliga mikudagin 14. oktober 2026 av einari arbeiðsvanlukku í Vági. Hann gjørdist bert 40 ára gamal.
Hetta skelkaði sjálvsagt okur øll í bygdini, og ikki minst var tað ein stórur skelkur og ein syrgilig støða fyri familjuna – serliga fyri damuna Elisabeth, og ikki minst fyri børnini og Edith.
Eg havi ikki orð fyri, hvussu stórur missur og skelkur hetta er fyri Elisabeth, sum Allan møtti fyri nøkrum árum síðani.
Allan og Elisabeth høvdu stórar ætlanir fyri framtíðina. Tíverri vildi lagna teirra tað ørvísi.
Allan var ein sera fyrikomandi persónur. Hann var arbeiðssamur, og – ikki at gloyma – var hann eisini ein sera skemtingarsamur maður.
Hann hevði altíð onkra góða viðmerking. Hinvegin visti ein altíð, hvar ein hevði hann, og hann segði tingini, sum tey vóru, um tað skuldi til.
Allan var ein framúr góður seljari og handilsmaður. Hetta merktu okur eisini í Vági, har hann saman við Edith rak matvøruhandilin Torgið í Vági í nøkur ár.
Hann var sera hjálpsamur, og tað lá væl fyri hjá teimum báðum at reka handil. Tey vóru røsk, fyrikomandi og blíð at keypa frá.
Um ein vildi hava vøruna heim til húsar, ja so koyrdi Allan gleðiliga vøruna út, til stóra gleði fyri kundarnar.
Eg skal eisini nevna, at dóttir mín Lea og sonurin David arbeiddu tað eina summarið á Torginum í Vági. Har dámdi teimum væl at vera.
Takk fyri tað, góði Allan og Edith.
Seinastu árini arbeiddi Allan hjá Bygma Suðuroy í Vági.
Har lá eisini sera væl fyri hjá honum. Hann var avhildin og hevði tað álitisstarvið at vera leiðari á Bygma Suðuroy.
Eftir at Allan var fluttur til Vágs at búgva í 2016, kom hann skjótt inn í felagslívið í bygdini.
Allan fall væl til í Vági, var sera avhildin millum vágbingar og fann sær skjótt nýggjar vinir.
Hann fann sær Edith, og tey fingu saman tvær gentur, Bjarmu og Onnu Sofíu, sum báðar eru uppkallaðar eftir ommunum.
Allan var eisini sera virkin innan ítróttin, og hann kom beinavegin at gera sína ávirkan galdandi, serliga innan fótbóltin.
Hann var jú virkin í HB, eins og pápi hansara Birgir var á síni tíð. Allan var sera virkin í HB, áðrenn hann flutti suður til Vágs.
Birgir, pápi Allan, doyði eisini í einari ferðsluvanlukku, bert 58 ára gamal.
Allan tók uppaftur góða leistin innan fótbóltin í Vági.
Hann var sera virkin innan FC Suðuroy, har hann var leikari, venjari, hjálparfólk, áskoðari og ein góður stuðul.
Bæði FC Suðuroy og HB (Havnar Bóltfelag) hava eisini skrivað vøkur orð um Allan í minningarteksti.
Hinvegin eru hann og systkini altíð komin nógv til Vágs, tí har vóru bæði Edmund abbin, Olivia omman og nógv onnur familja at vitja.
Tíverri eru fleiri av teimum nærmastu í ættini hjá Allan farin alt ov tíðliga, og fleiri eisini upp á ein syrgiligan máta.
Á sama syrgiliga máta doyði Virgar, sum var gubbi at mær og mammubeiggi at Allan, av vanlukku umborð á Smyrli í 1975, bert 24 ára gamal.
Ikki at gloyma, at umframt at missa Virgar, sum bert bleiv 24 ár, fóru synirnir hjá Edmund og Oliviu allir alt ov ungir: Snæbjørn bleiv 43 ár, William 45 ár og Fríálvur 61 ár.
Hetta merkti so sanniliga Edmund og Oliviu sera meint. Tey vóru bæði á lívi, tá Virgar og William fóru, og Edmund abbabeiggi upplivdi eisini at missa triðja sonin, Snæbjørn, í 1987.
Tað rakti eisini meint, tá Jóannes, sonur Snæbjørn, var tikin frá okur fyri fáum árum síðani; honum untist bert at blíva 53 ára gamal.
Nú fór Allan eisini – alt ov ungur. Øll bygdin steðgaði upp, tá ið tað frættist um hesa syrgiligu vanlukku.
Hetta er sera hart hjá tykkum nærmastu, og sjálvsagt rakti tað eisini Vágsbygd meint.
Takk fyri teg, góði Allan, og takk fyri tær vitjanir, har tú ofta kom á gátt til okur og heilsaði upp á okur øll Vesturi í Bø.
Samkenslu til tykkum øll, sum sita eftir í hesari sváru tíð.
Eg hugsi nógv um tykkum øll, nú Allan eisini fór frá hesum heimi á ein sera syrgiligan máta.
Alt ov tíðliga tagnaðu tíni fet,
miðdepilin í einum lívi, ið enn var ungt.
Fjøruti ár er alt ov stutt ein tíð,
og saknurin í familjuni vigar tungt.
Aftur hevur lagna rakt við óskiljandi megi, og latið eftir seg eitt tómrúm, eingi orð kunnu fylla út.
Men í teimum báðum smáu hjørtunum, tú læt eftir teg,
livir tín hiti, títt smíl og títt boð.
Tey skulu vaksa upp við søgum um pápa sín, um kærleikan, ið aldri doyr.
Hóast myrkrið kennist óendaligt júst nú, vil sólin finna leið ígjøgnum sorgarinnar slør.
Okur bera minnini um Allan tætt at okkara brósti, og sláa ein verjandi ring um tey, ið standa eftir.
Tí í eygunum á børnunum býr framtíðarinnar ljós, og vónin um blíðari og ljósari dagar.
Hvíl í friði góði skyldmaðurin
Guds signing til tykkum øll sum eftir sita og styrkir tykkara framtíð í sorgini.
Levi Mørk
Vinarliga
Levi Rikshamar Mørk