Farna mánadag, 9.november, bórust tungu boðini, at Eyðun var farin, og nú eru vit mong, ið syrgja fitta og fryntliga Uppistovubóndan.
Menniskju eru, ið seta djúp spor, og eitt tílíkt menniskja var Eyðun. At hann var nógv avhildin, bar vakra jarðarferðin boð um. Hvør einasti bonkur í Christianskirkjuni var settur.
Við sínum róliga og blíða lyndi, var Eyðun ein dámligur maður at vera saman við. Hann var eisini so vitugur og tiltikið frásøgufólk, so tá Eyðun hevði orðið, lurtaði mann við andakt. Mong munnu vit vera, sum hava spurt Eyðun um ráð, tá ivamál hava verið um landbúnað og matframleiðslu, og altíð var hann so hugaður at deila av síni breiðu vitan.
Eyðun var ein framúr bóndi. Hann var nærlagdur sum fáur, gekk høgt upp í at hava eitt væl rikið jarðarbrúk við denti á djóravælferð og gagnnýtslu av øllum tilfeingi. Ofta hugsi eg, at um allir føroyingar høvdu kent Eyðun og Anju og teirra arbeiði sum bøndur, so hevði almenna kjakið og myndin av føroyska bóndanum verið ein onnur. Jarðarbrúkið og matframleiðslan hjá Eyðuni og Anju eru fyrimyndarlig. Einki minni.
Eg hitti Eyðun og Anju umvegis Olgu og Útoyggjafelagið í 2019, tá eg arbeiddi við tilfari um føroyskan mat. Tað var so lætt at koma í samband við tey, tí tey vóru so áhugaði og fyrikomandi, og tað var so hugkveikjandi at tosa við tey og læra um Uppistovu, jarðarbrúk og lívið á Trøllanesi annars. Eg varð so drigin av tilveruni og matframleiðsluni í Kalsoynni, at eg eitt tíðarskeið hugsaði um at flyta hagar. Ímynda tær, ein lítil, vøkur oyggj við eini rúgvu av spennandi matframleiðslu og hugagóðum fólki. Eg hugdi enntá eftir húsi at leiga í oynni, men lívið vildi tað øðrvísi og eg endaði í sjálvum høvuðsstaðnum.
Seinastu árini hava eg verið so heppin at komi saman við Eyðuni og Anju í nógvum høpi, og altíð hevur tað verið føroyski maturin, sum hevur verið snúningsdepilin.
Eyðun og Anja hava verið við á nærum øllum matmarknaðunum í Vágsbotni síðani vit byrjaðu í 2021. Tey hava ferðast longu leiðina av Trøllanesi til Havnar øll tíðspunkt av árinum, og altíð hava tey verið hugagóð - sjálvt tá veðrið hevur verið alt annað enn sølufremjandi og onnur hava gramt seg dúgliga. Mong kenna smakkgóðu vørurnar úr Uppistovu og leita eftir Eyðuni og Anju, tá marknaðardagur er.
Til árliga jólatiltakið, Livandi tilfeingi, í Perluni og Reinsarínum, hava Eyðun og Anja eisini verið eitt álit, og tað hevur verið sera hugaligt at havt tveir heilar søludagar saman við teimum og øðrum útoyggjafólkum í Havn. Tá hava vit veruliga havt góðar stundir til prát um leyst og fast.
Skjótt fara vit aftur at savnast til Livandi tilfeingi og staðbundnan matmarknað, og tað er ein løgin kensla at Eyðun ikki verður við aftur. Stórur saknur verður í honum og mongu, góðu matprátunum, sum kveiktu hug og medvit.
Ein viti er slóknaður, og eftir stendur ein varði.
Tankar mínir leita til tykkum, ið eftir sita. Góðu tit: Anja, Eivindur, Alfred, Rannvá, Andrea og fittu abbabørnini hjá Eyðuni. Við djúpastu samkenslu.
Sunniva G. Mortensen