Ongi úrslit

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

Petur Martin Johannesen
3 tímar síðan

Jenis av Rana skrivar í grein síni um tilnevningina av Benjamin Netanyahu til friðarheiðursløn Nobels, at Netanyahu er »ein forsætisráðharri, sum Gud hevur sett til sína tíð«.

Hetta er ein stórur pástandur.

Hvussu veit Jenis av Rana, at Gud hevur sett Netanyahu til forsætisráðharra júst til hesa tíð?

Er hetta nakað, Jenis veit, ella er tað hansara egna tulking av Bíbliuni og teimum politisku hendingunum í Miðeystri?

Eru allir ísraelskir forsætisráðharrar settir av Gudi? Varð Golda Meir tað? Yitzhak Rabin? Ariel Sharon? Og um svarið er ja – hvat er tað so, sum ger Netanyahu serligan?

Ella er tað bara Netanyahu, sum Gud hevur sett til sína tíð?

Og um tað bara er Netanyahu: hvussu veit Jenis tað?

Hetta er heldur ikki ein nýggj hugsan. Í søguni hava nógvir politiskir leiðarar verið mettir at vera settir av Gudi, og »Gud er við okkum« hevur verið brúkt óteljandi ferðir í kríggi og politikki.

Tí er eisini vert at spyrja:

Hvussu nógv ávirkar hesin hugsanarhátturin føroyskan politikk?

Sambandið millum Tel Aviv og Washington er sera tætt, og í USA hava eisini framstandandi trúarleiðarar sagt, at Donald Trump er ein maður, sum Gud hevur valt til eina serliga uppgávu.

Hvat merkir tað fyri okkara politisku meting, um vit byrja at síggja leiðarar í Tel Aviv og Washington sum menn, ið eru settir av Gudi til sína tíð?

Netanyahu er ikki bara tann politiski leiðarin, sum Jenis vil hava tilnevndan til friðarheiðursløn Nobels. Hann er eisini undir handtøkuboðum frá Altjóða revsidómstólinum, sum hevur skuldsett hann fyri millum annað krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini. Hetta er ikki ein dómur, men tað er kortini eitt álvarsamt faktum.

Kann Netanyahu taka skeivar avgerðir, hóast Jenis sigur, at Gud hevur sett hann til sína tíð?

Tað má hann kunna.

Vit mugu hyggja at, hvat politikarin sigur og ger, hvørjar avleiðingar avgerðir hansara hava, og um vit halda, at tær eru rættar ella skeivar. Tað broytir einki, at Jenis sigur, at Gud hevur sett politikaran.

Hvat er tað so, sum pástandurin um, at Gud hevur sett Netanyahu til sína tíð, skal hjálpa okkum at meta um?

Og hvussu er hetta ein grundgeving fyri, at júst Netanyahu skal fáa friðarheiðursløn Nobels?

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

Petur Martin Johannesen

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Hetta kundi enda heilt galið á Argjum

2. oktober kl. 08:31

Løgtingsmaður undrast á at landsstýrisfólk ferðast so nógv uttanlands

1. oktober kl. 09:09

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37