Ongi úrslit

Eldur á Skála: Øll tilbúgvingin send á skipasmiðjuna

Eldur er komin í á skipasmiðjuni á Skála. Nógv blá blink eru at síggja, og øll tilbúgvingin er send á staðið.

© Savnsmynd.
Edmund Jacobsen
54 minuttir síðan

Eldur er komin í á skipasmiðjuni á Skála. Løgreglan váttar, at øll tilbúgvingin er send á staðið, har roynt verður at basa eldinum.

Nógv blá blink á Skála

Nógv blá blink eru at síggja á Skála í sambandi við eldsbrunan, sum sambært løgregluni er íkomin innan fyri seinasta tíman.

– Vit vita lítið enn, men øll tilbúgvingin er send avstað. Har verður roynt at basa eldinum, sigur løgreglan.

Enn lítið greitt um eldsbrunan

Enn er ógreitt, hvussu stórur eldurin er, og hvat hevur elvt til hann.

Løgreglan hevur fyribils ikki fleiri upplýsingar um støðuna.

– Vit vita ikki meira beint nú, sigur løgreglan.

(greinin verður dagførd leypandi)

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27