Barbara lýsir Heina í Skorini sum serfrøðing í stríðnum millum Ísrael og Palestina, í mótsetningi til allar teir sjálvútnevndu serfrøðingarnar, sum seta sín dám á almenna orðaskiftið. Sum ein av teimum seinnu fari eg at loyva mær at koma við nøkrum viðmerkingum til eina samrøðu, sum eg haldi eigur at verða førd munandi víðari.
Stórur partur av samrøðuni snýr seg um, at nuansurnar eru horvnar úr orðaskiftinum. Heini lýsir tvær søgur um líðing: atsóknirnar at jødum í Evropa, sum at enda førdu til Holocaust, og søguna um palestinarar, sum eru riknir frá húsi og heimi, um hersetingina og líðingarnar hjá palestinska fólkinum. Báðar søgurnar kunnu vera sannar samstundis, sigur hann. Men fólk verða so bundin at aðrari søguni, at tey missa hina úr eygsjón, og orðaskiftið verður polariserað.
Tað er einki órímiligt í at viðurkenna báðar søgurnar. Men tá ið vit hava gjørt tað, hvar standa vit so?
At viðurkenna líðingarnar hjá báðum fólkunum kann hjálpa okkum at skilja, hví fólk reagera, sum tey gera. Men tað loysir ikki tær politisku ósemjurnar, sum framvegis eru eftir.
Og eg gangi út frá, at Barbara og Heini, eins og vit onnur, helst vilja hava eitt alment orðaskifti, har fólk skilja hvørt annað betur, og har hitin í kjakinum minkar.
Vit kunnu tá ikki bara steðga her, seta oyrnaproppar í oyruni og lata rópini halda fram, inntil onkur einaferð fær loyst stríðið í Palestina, so vit øll aftur kunnu fáa eitt sindur av friði.
Hugsa tær, at øll viðurkendu báðar søgurnar um líðing til fulnar. Høvdu vit so hildið uppat at rópt eftir hvørjum øðrum?
Sjálvandi ikki. Tí í grundini hevði einki flutt seg.
Vit kunnu væl skilja, hví jødar søktu sær tryggleika eftir øldir við atsóknum, og kortini vera grundleggjandi ósamd um ta politisku verkætlanina, sum førdi til stovnanina av Ísrael, um rættindini hjá palestinum og um ábyrgdina hjá stjórnum í dag.
Aftan fyri hesar ósemjur liggja politisk áhugamál, sannføringar og avgerðir, sum vit kunnu kanna, hóast vit ikki sjálv kunnu loysa stríðið. Og ein slík kanning kundi kanska givið okkum nakað meira gagnligt enn enn eina áheitan um fleiri nuansur.
Meira enn tvær søgur um líðing
Sympati fyri Ísrael stendst ikki neyðturviliga av mótvilja móti palestinum. Fólk stuðla Ísrael av mongum ymiskum orsøkum.
Summi síggja landið sum eitt vesturlendskt fólkaræði, ein natúrligan sameindan ella eitt land, sum verjir seg móti veruligum trygdarhóttanum. Onnur kenna eitt mentanarligt tilknýti gjøgnum evropeisku søguna og sambandið við jødiska fólkið. Nógv føroysk kristin eru vaksin upp við einum serligum tilknýti til tað bíbilska Ísrael, meðan onnur síggja nútímans ísraelska statin sum uppfylling av bíbilskum profetium, kanska enntá sum part av teimum hendingum, sum skulu føra til heimsins enda.
Summi ganga enn longri og halda, at politiskt vald eigur at verða brúkt til at fremja hesa guddómligu ætlan. Tey kunnu av sonnum vera sannførd um, at tey arbeiða fyri einum hægri góðum endamáli. Men tá ið tað at uppfylla profetiirnar verður fremsta málið, kann vælferðin hjá jødum, ísraelum, palestinum og øðrum gerast minni týdningarmikil. Sjálvt líðing og oyðilegging kunnu verða góðtikin sum partur av einari ætlan, sum tey halda vera neyðuga og guddómliga.
Onnur síggja Ísrael úr einum heilt øðrum søguligum og politiskum sjónarhorni. Summi meta stovnanina av Ísrael sum eina anakronistiska evropeiska niðursetu- og hjálandaverkætlan, sum varð førd inn í eina tíð, tá ið hjálandaveldini alsamt meira vórðu vrakað. Onnur leggja dent á tey imperialistisku áhugamálini, sum hava myndað menningina, fyrst undir bretskari ávirkan og seinni sum part av strategisku áhugamálunum hjá USA.
Úr hesum sjónarhornum snýr stríðið seg ikki bara um ein sorgarleik við tveimum mótstríðandi søguligum frásagnum, men um eitt politiskt stríð um landøki, vald og rættindini hjá fólkinum, sum býr har.
Eg standi á palestinsku síðuni, hóast eg bara tosi fyri meg sjálvan. Mín trupulleiki er ikki bara, at palestinar líða, men at herseting, tvangsflutningur og brot á rættindi krevja, at ábyrgd verður gjørd galdandi. Somu krøv mugu galda fyri øll, eisini palestinar, sum fremja brotsverk móti ísraelum.
Ein stórur partur av mótmælunum er tí eisini vendur móti okkara egnu vesturlendsku stjórnum. Vit mótmæla ikki bara einum stríði í einum fremmandum landi. Vit mótmæla tí politiska og hernaðarliga stuðlinum, sum er við til at halda stríðnum uppi.
Og hetta er ein av orsøkunum til, at júst hetta stríðið hevur so stóran áhuga í vesturheiminum. Okkara egnu stjórnir eru partur av tí. Við sínum politikki gera tær okkum til luttakarar á ein hátt, sum vit ikki neyðturviliga eru í øðrum stríðum.
Tí undrar tað meg eisini eitt sindur, at Barbara aftur kemur til spurningin um, hví júst hetta stríðið vekir so stóran áhuga, hóast Heini longu hevur gjørt eina ikki so lítla roynd at greiða frá týdninginum av tí.
Í fleiri áratíggju hevur amerikanskur hernaðarligur stuðul havt avgerandi týdning fyri støðuna hjá Ísrael.
Washington hevur ferð eftir ferð brúkt sína diplomatisku ávirkan, millum annað vetorættin í ST-trygdarráðnum, til at verja Ísrael móti tiltøkum, sum amerikanskar stjórnir hava verið ímóti.
USA hevur síni egnu strategisku áhugamál, og amerikanskur politikkur kann ikki bara forklárast við átrúnaðarligari sionismu. Men kristiligar sionistiskar rørslur eru millum tær skipaðu politisku kreftirnar, sum arbeiða fyri at varðveita henda stuðulin.
Hvussu øðrvísi kundi politiska støðan verið vorðin, um Ísrael hevði verið undir støðugum altjóða trýsti fyri at enda hersetingina, heldur enn at hava heimsins sterkasta stat aftan fyri seg?
Amerikanski stuðulin hevur verið við til at skapa tær umstøður, sum ísraelskar stjórnir hava tikið sínar avgerðir undir. Og USA stendur ikki einsamalt. Týskland og onnur vesturlendsk lond veita eisini hernaðarútgerð og politiskan stuðul, meðan vinnulig áhugamál og skipaðar politiskar rørslur eru partur av tí størra netverkinum, sum styrkir støðuna hjá Ísrael.
Eisini í Danmark reisir luttøka hjá vinnufyritøkum í hernaðarligum veitingarketum spurningar um ábyrgd.
Og í Føroyum hava vit felagsskapin Hjálp jødunum heim, sum savnar pening inn til at hjálpa jødum at flyta til Ísrael í samstarvi við ísraelska felagsskapin Keren Hayesod. Leiðslan í felagsskapinum verður vald av Vinafelagnum Føroyar–Ísrael og Ísraelsmissiónini.
Á heimasíðuni verður peningainnsavningin sett í samband við lyftið í Fyrstu Mósebók, kapittul 12, har Gud lovar at signa tey, sum signa Ábraham. Summi kristin tulka hetta lyftið sum eina grundgeving fyri at stuðla nútímans ísraelska statinum, eisini við ítøkiligari og fíggjarligari hjálp.
Her verður ein ávís bíbilsk tulking sostatt knýtt at skipaðum virksemi, sum hevur politiskar og fólkasamansetingarligar avleiðingar.
Hesi sambond eiga at verða kannað, tí átrúnaðarlig og politisk mál falla ikki altíð saman við vælferðini hjá teimum menniskjum, sum tey viðvíkja. Ein rørsla kann vera sannførd um, at hon arbeiðir fyri einum góðum endamáli, og samstundis stuðla einum politikki, sum hevur álvarsligar avleiðingar fyri fólk.
Tá ið politiskur og hernaðarligur stuðul ger, at ein umstríddur politikkur kann halda fram hóast fleiri ára altjóða fordøming, minkar trýstið fyri at broyta kós. Hersetingin festir røtur, og politiskar rørslur, sum vilja varðveita hana, fáa tíð og ávirkan.
Hetta er tí ikki bara eitt stríð millum tvey fólk við hvør sínum søguligu traumatisku royndum. Tað verður eisini hildið uppi av politiskum samgongum, stovnum og áhugamálum, sum røkka langt út um Palestina.
Vit kunnu ikki skilja orðaskiftið, sum røkkur til Føroya, uttan eisini at kanna hesi sambond.
Hetta førir okkum til ein annan trupulleika við søguligu frágreiðingini hjá Heina.
Hann lýsir stovnanina av Ísrael sum eina roynd at loysa trupulleikan við atsóknunum at jødum í Evropa, eina roynd, sum tíverri skapti ein nýggjan trupulleika fyri palestinar.
Men politisk sionisma hevði longu verið ein skipað tjóðskaparlig rørsla í fleiri áratíggju undan Holocaust, við egnum stovnum, niðursetuverkætlanum og málum um landøki í Palestina. Bretland stuðlaði einum jødiskum tjóðarheimi við Balfour-yvirlýsingini í 1917, samstundis sum bretska heimsveldið hevði síni egnu imperialistisku áhugamál.
Jødisk flóttafólk høvdu bráðneyðugan tørv á tryggleika. Men tørvur teirra á verju má ikki blandast saman við politisku málunum hjá teimum rørslum og stjórnum, sum vóru við til at stovna Ísrael.
Annars kemur ein skipað politisk verkætlan at líkjast einari humaniterari ætlan, har tað bara var ein óheppin avleiðing, at palestinar mistu land og heim, heldur enn ein verkætlan, har politisku avgerðirnar og landakrøvini eisini krevja søguliga viðgerð.
Vit eiga heldur ikki at seta javnatekin millum jødar, jødadóm, sionismu og ísraelska statin. Jødisk mótstøða móti sionismu hevur verið til síðan byrjanina av rørsluni. Eins og antisionistiskir jødar, sum hava ført hetta sjónarmið fram, haldi eg, at tað kann skaða bæði jødar og jødadómin, tá ið jødiskur samleiki verður bundin at einari ávísari tjóðskaparligari verkætlan.
Kristilig sionisma er so aftur nakað annað, við sínum egnu átrúnaðarligu tulkingum, felagsskapum og politisku málum, sum í ávísan mun falla saman við málunum hjá ísraelskum tjóðskaparligum rørslum.
Tá ið sympati verður til politiskt samhoyri
Hví skuldi alt hetta viðkomið okkum í Føroyum?
Tí vit standa ikki bara uttanfyri og eygleiða hesa menningina. Summi av teimum somu politisku sjónarmiðunum og átrúnaðarligu tulkingunum eru virkin í okkara egna samfelagi.
Ein háttur, sum hesi sjónarmið kunnu vinna ávirkan, er gjøgnum tær mentanarligu og átrúnaðarligu sympatiirnar, sum vit longu hava. Áðrenn vit yvirhøvur hava tikið støðu til nakran ávísan ísraelskan politikk, kunnu vit kenna, at Ísrael natúrliga hoyrir til okkara síðu.
Ísrael kennist okkum á mangan hátt nærri enn palestinska samfelagið. Politisku stovnarnir líkjast vesturlendskum stovnum, og staðarnøvnini, sum vit kenna úr Bíbliuni, hava verið kend hjá mongum føroyingum frá barnaárum.
Palestinar, serliga muslimskir palestinar, kunnu tykjast nógv meira fremmandir.
Hetta tilknýtið ávirkar okkara metingar av stríðnum. Ísraelskar frágreiðingar kunnu ljóða meira sannførandi, tí tær koma frá einum samfelagi, sum vit kenna okkum skyld við. Men ein stjórn, sum sjálv er partur av einum stríði, er ikki neyðturviliga tann mest álítandi tulkurin av tí.
Latið okkum taka hugtakið jødisk-kristin virði.
Tað verður ofta brúkt í verjuni fyri vesturlendskari mentan, fólkaræði, frælsi og menniskjansligari tign. Men tá ið tað verður grundarlag fyri politiskum samhoyri, kann tað hava heilt aðrar avleiðingar.
Ísrael verður knýtt at jødadóminum, jødadómurin at okkara felags jødisk-kristna mentanararvi, og Ísrael kemur sostatt natúrliga at hoyra til okkara síðu.
Palestinar, serliga muslimskir palestinar, verða settir uttanfyri henda felagsskapin.
Soleiðis verður ein mentanarligur og átrúnaðarligur skilnaður skaptur, áðrenn vit yvirhøvur hava kannað politisku ósemjuna.
Men jødadómurin er ikki ísraelski staturin, og palestinska samfelagið fevnir eisini um kristin. Um fólkaræði, mannarættindi og rættarsamfelagið eru alment galdandi virði, hví skulu tey so verða brúkt øðrvísi móti fólki, sum vit ikki kenna okkum mentanarliga skyld við?
Alment galdandi virði eru ikki serliga almenn, um tey bara galda fyri okkum sjálvi.
Her er eisini ein størri samfelagslig menning at geva gætur. Í Danmark hevur orðaskiftið um åndelig oprustning víst ein vaksandi politiskan áhuga fyri kristnum mentanararvi og vesturlendskum samleika.
Kristindómurin kann gerast eitt mentanarligt merki móti tí, sum verður fatað sum hóttanir uttaneftir, eisini hjá fólki, hvørs egna sannføring í stóran mun er verðslig. Átrúnaður fær størri politiskan týdning, uttan at fólk sjálv neyðturviliga gerast meira trúgvandi.
Í Føroyum, har kristindómurin longu hevur eina týðandi støðu í samfelagnum, er hetta serliga vert at geva gætur.
Vandin er ikki neyðturviliga, at hóvlig kristin knappliga fara at taka undir við víðgongdum átrúnaðarligum lærum. Vandin er, at politisk sjónarmið, sum eru knýtt at hesum lærum, kunnu gerast alsamt meira viðurkend, uttan at fólk taka undir við, ella yvirhøvur skilja, teirra átrúnaðarliga grundarlag.
Ein líknandi gongd kann standast av hugsanini um eitt stríð millum mentanir. Tá ið stríðið hjá Ísrael móti islamistiskum rørslum verður lýst sum partur av einari størri verju fyri vesturlendskari mentan, kann slík hugsan fáa gróðrarbotn hjá fólki, sum frammanundan hava mistrúgv til islam.
So við og við kann sympati fyri Ísrael gerast til mótvilja móti teimum, sum finnast at Ísrael. Palestinsk krøv verða tá ikki mett eftir sínum egna innihaldi, men eftir hvørji fólk og hvør politiskur bólkur førir tey fram.
Fólk hava ikki fyri neyðini at ynskja palestinum ilt, fyri at palestinsk rættindi skulu verða vanvird ella skúgvað til viks.
Vit kunnu enda við ikki bara at stuðla Ísrael, men eisini at gera tess fíggindar til okkara egnu.
Og politiskar sympatiir kunnu hava avleiðingar, sum røkka langt út um tað, sum stuðlarnir upprunaliga ætlaðu.
Jerusalem og tann trojanski hesturin
Latið okkum taka eitt dømi úr føroyskum politikki.
Tá ið Jenis av Rana var landsstýrismaður í uttanríkismálum, vildi hann hava føroysku diplomatisku umboðanina í Ísrael staðsetta í Jerusalem. Sjálvt átakið hevði stuðul í samgonguni, men spurningurin um Jerusalem var meira umstríddur. Umboðsstovan varð at enda staðsett í Tel Aviv.
Kortini skutu Jenis av Rana og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum í 2023 upp at kanna fyrimunir og vansar við at flyta hana til Jerusalem.
Hví skal Jerusalem framvegis vera eitt so áhaldandi politiskt mál í Føroyum?
Støðan hjá býnum er ein kjarnuspurningur í stríðnum millum Ísrael og Palestina. At velja Jerusalem hevði politiskan týdning, sum røkkur langt út um ta praktisku adressuna hjá einari umboðsstovu.
Hvørjum serligum føroyskum áhugamáli hevði tað tænt?
Um Jerusalem hevur praktiskar ella diplomatiskar fyrimunir, eiga teir at verða greiddir frá. Um grundgevingin hinvegin byggir á átrúnaðarligar sannføringar um Ísrael og Jerusalem, eigur tað eisini at verða sagt greitt.
Og um stuðul til Ísrael verður fataður sum ein háttur at tryggja Føroyum Guds signing, so er átrúnaðarlig sannføring vorðin ein grundgeving fyri uttanríkispolitikki.
Áhugamálini hjá Ísrael og Føroyum kunnu falla saman. Men vit kunnu ikki bara ganga út frá, at tey eru tey somu.
Heldur ikki kunnu palestinsk áhugamál bara skúgvast til viks. Palestinsk mótmæli viðvíkjandi Jerusalem snúgva seg um yvirvaldsrætt, herseting og framtíðina hjá einum býi, sum hevur avgerandi týdning fyri bæði fólkini. Tey eru ikki bara tekin um fíggindaskap móti Ísrael.
Kortini kann ein føroyskur politikari stuðla einum ísraelskum politiskum máli, uttan at hugsa serliga nógv um avleiðingarnar fyri palestinar.
Og her verða tær størri altjóða rørslurnar viðkomandi.
Jerusalem, landøki og ísraelskur yvirvaldsrættur hava leingi verið týðandi mál hjá ávísum átrúnaðarligum tjóðskaparrørslum í Ísrael og kristiligum sionistiskum rørslum uttanlands. Átrúnaðarligu sannføringarnar hjá hesum rørslum eru ymiskar, men summi av politisku málunum ganga somu leið.
Hesar rørslur hava greið mál, væl ment argument og stórt ágrýtni. Tær hava ikki fyri neyðini, at øll, sum stuðla einum einstøkum uppskoti, eisini taka undir við teirra endaligu málum.
Ein hóvligur kristin kann stuðla Jerusalem av kærleika til tað bíbilska Ísrael. Ein verðsligur politikari kann síggja uppskotið sum eina samhaldsfestisyvirlýsing við einum vesturlendskum sameindum. Onnur kunnu einfalt halda tað vera eitt rímiligt uppskot, ella stuðla tí, tí tey ikki dáma mótstøðufólkini.
Øll kunnu sostatt vera við til at fremja eitt mál, sum ein nógv meira ideologiskt sannførd rørsla hevur arbeitt fyri í áratíggju.
Hetta er tann trojanski hesturin, sum eg stúri fyri.
Ikki ein stór samansvørjing, har øll kenna ætlanina, men ein gongd, har málini hjá ágrýtnum og ideologiskt sannførdum rørslum kunnu vinna stuðul millum fólk, sum ongantíð høvdu tikið undir við teimum, um tey til fulnar skiltu, hvat tey snúgva seg um.
Tey, sum miðvíst arbeiða fyri hesum málum, kunnu vera púra opin um sínar ætlanir. Men teirra stuðlar síggja kanska bara tað einstaka uppskotið, og ikki ta politisku leiðina, sum tað kann føra til.
Miðflokkurin hevur ikki fyri neyðini at hava politiskan meiriluta fyri at fáa ávirkan. Aðrir politikarar hava heldur ikki fyri neyðini at taka undir við gudfrøðini hjá flokkinum fyri at stuðla politisku krøvum hansara.
Tey átrúnaðarligu og landafrøðiligu málini, sum liggja aftan fyri slík uppskot, eru ikki føroyskar uppfinningar. Tey hoyra til altjóða politiskar og átrúnaðarligar rørslur, hvørs ávirkan røkkur langt út um okkara oyggjar. Líknandi mál kunnu verða førd fram her, uttan at nakað formligt samband er við felagsskapir uttanlands.
Tí mugu vit ikki bara skilja einstøku uppskotini, men eisini ta politisku leiðina, sum tey kunnu føra okkum.
Tað ber til at halda Jerusalem vera heilagan bý, uttan at halda, at føroyskur uttanríkispolitikkur skal hjálpa til at staðfesta ísraelskan yvirvaldsrætt yvir honum. Tað ber til at hava sympati fyri Ísrael, uttan at verja niðursetupolitikkin hjá landinum. Og tað ber til at trúgva á bíbilskar profetiir, uttan at halda, at politikarar skulu royna at uppfylla tær.
Mørk kunnu setast nógvastaðni. Men fólk mugu skilja, hvar mørkini ganga.
Kristilig sionisma kann eisini vera skaðilig fyri kristindómin sjálvan, tá ið kristin trúgv verður knýtt at landakrøvum, hernaðarligum átøkum og politiskum samhoyri, sum illa kunnu verjast út frá kristnum siðalæruprinsippum.
Søgan hevur nóg nógv dømi um, at kristin hava stuðlað politiskum málum og kríggjum í navni trúarinnar, sum seinni ættarlið hava angrað.
Spurningurin er ikki, um kristin skulu taka lut í politikki. Spurningurin er, um trúgvin áleggur teimum at stuðla einum ávísum stati ella einari ávísari tjóðskaparligari verkætlan.
Hetta hjálpir okkum eisini at skilja føroyska orðaskiftið betur.
Tá ið átrúnaðarligar sannføringar ávirka uttanríkispolitikk, landakrøv og hugburð til hernaðarligan harðskap, hava fólk, sum leggja dent á mannarættindi og altjóða rætt, góða orsøk til at seta seg upp ímóti tí.
Tær mest víðgongdu røddirnar kunnu verða settar í samband við sjónarmið, sum nógv meira hóvlig fólk stuðla. Mótstøðufólkini reagera móti teimum størri politisku málunum, meðan hóvligu stuðlarnir kenna seg órættvíst settar í samband við sannføringar, sum teir ikki hava.
Og orðaskiftið gerst harðligari.
Hetta eru veruligar politiskar ósemjur, ikki bara ein avleiðing av, at fólk ikki megna at viðurkenna tvær søgur um líðing.
Lóg, vald og ábyrgd
Ein annar týðandi spurningur fekk ov lítið rúm í samrøðuni hjá Barbaru og Heina: altjóða rættur og politiski viljin, sum vantar til at handhevja hann.
Í juli 2024 staðfesti Altjóða dómstólurin í Haag, ICJ, í einari ráðgevandi niðurstøðu, at framhaldandi ísraelska hjáveran í hersettu palestinsku økjunum er ólóglig. Altjóða revsidómstólurin, ICC, gav seinni út handtøkuboð móti Benjamin Netanyahu og Yoav Gallant fyri illgruna um krígsbrotsverk og brotsverk móti mannaættini.
Hetta eru tvær ymiskar rættarligar mannagongdir, og handtøkuboð eru ikki tað sama sum dómar. Men hetta eru ikki smálutir í einari kenslubornari ósemju. Hetta snýr seg um grundleggjandi spurningar um lóg, ábyrgd og rættvísi.
Kortini halda vesturlendskar stjórnir, serliga USA, fram við at veita Ísrael hernaðarligan og diplomatiskan stuðul.
Fyri fólk, sum síggja hersetingina og avleiðingarnar av henni sum grovan órætt, er hetta sera provokerandi. Tey verja ikki bara eina søguliga frásøgn. Tey mótmæla tí, sum tey síggja sum framhaldandi brot á rættindi, ið verða gjørd møgulig av stjórnum, sum alment siga seg verja altjóða rætt.
Tá ið altjóða rættur ikki verður handhevjaður, kann tað í sjálvum sær skapa eina villleiðandi mynd.
Um brotini eru so álvarslig, hví er so einki avgerandi gjørt?
Tá ið valdmiklar stjórnir verja ein politikk móti veruligum avleiðingum, fer tað, at hann heldur fram, so við og við at tykjast vanligt. Politisk verja kann verða við til at normalisera tað, sum annars átti at verið steðgað.
Og jú longri hetta heldur fram, jú lættari verður at leggja stríðið fram sum ein spurning um politiskt samhoyri heldur enn um rættarligar skyldur og mannarættindi.
Hetta er neyvan eitt sunt grundarlag fyri einum almennum orðaskifti.
Tá ið politikkur verður til profeti
Í teimum mest víðgongdu útgávunum av kristiligari sionismu ganga trupulleikarnir uppaftur longri.
Fyri summi trúgvandi er nútímans Ísrael ikki fyrst og fremst eitt svar upp á atsóknirnar at jødum, men uppfyllingin av bíbilskum profetium. Framtíð landsins er partur av einari guddómligari ætlan, har úrslitið longu er avgjørt.
Amerikanski evangeliski prædikumaðurin John Hagee hevur tulkað atsóknirnar hjá Hitler at jødum sum part av Guds ætlan um at føra teir til Ísrael. Í einari slíkari tulking verður sjálvt Holocaust partur av einari átrúnaðarligari frásøgn, sum førir fram móti einum frammanundan avgjørdum máli.
Summar tulkingar av endatíðini knýta Ísrael og Jerusalem at endurreisingini av templinum, einum endaligum bardaga millum tjóðirnar og afturkomu Krists.
Tað er ein týðandi munur á at trúgva, at slíkar hendingar eru fyrispáddar, og at halda, at politiskt vald eigur at verða brúkt til at fáa tær at henda.
Men hvat hendir, um politiski veruleikin ikki vil fylgja profetiini?
Hugsa tær eina semju, har ísraelar og palestinar verða samdir um stórar tillagingar í landamørkum, býttan yvirvaldsrætt, eitt samveldi ella ein felags stat við javnbjóðis borgararættindum.
Ein slík semja kundi komið í stríð við ávísar tulkingar av lyftum Guds um Ísrael, landøki tess og tjóðskaparlig eyðkenni.
Fyri tann, sum er sannførdur um, at eitt ávíst politiskt úrslit er fyriskipað av Gudi, kann tað gerast nærum ómøguligt at góðtaka eina semju.
Tað hevði verið meira enn bara at broytt politiska meining. Tað kundi merkt, at ein mátti viðurkent, at ein politisk verkætlan, sum varð lýst sum uppfylling av Guds vilja, kanska ongantíð hevði verið tað.
Hesar sannføringarnar eru ikki bara privatar átrúnaðarligar hugsanir. Rørslur arbeiða fyri politiskum málum, sum byggja á slíkar tulkingar, og líknandi sannføringar eru eisini til staðar í føroyskum politiskum lívi.
Men um tann politiska verkætlanin at enda miseydnast, so var hon kanska ongantíð Guds ætlan.
Hvaðan kom so profetiin?
Og so undrast vit á, at fólk rópa?
Vit kunnu harmast um rópini og fíggindaskapin, sum eyðkenna hetta orðaskiftið. Men tá ið vit hugsa um alt hetta, hvat kunnu vit so vænta?
Øðrumegin politiskt samhoyri, mentanarligt tilknýti og átrúnaðarligar sannføringar, frá verjuni fyri vesturlendskari mentan til uppfyllingina av lyftum Guds, ja, heilt til væntanina um heimsins enda. Hinumegin fólk, sum eru í øðini um herseting, tvangsflutning og vantandi handhevjan av altjóða rætti, summi sannførd um, at tey eru vitni til eitt fólkadráp, meðan teirra egnu stjórnir halda fram við at veita vápnini og politisku verjuna, sum gera tað møguligt.
Og so undrast vit á, at tey rópa eftir hvørjum øðrum?
Aftan fyri larmin liggja sterk áhugamál, djúpar sannføringar og órættvísi, sum framvegis ikki er bøtt um. Ein áheitan um fleiri nuansur fær ikki hesi viðurskifti at hvørva.
Og tað er her, eg vóni, at Heini fer at føra kjakið víðari.
Sum stjórnmálafrøðingur, við sínum kunnleika til stríðið millum Ísrael og Palestina og síni vitan um føroyska samfelagið, hevur hann serliga góðar fortreytir fyri at hjálpa okkum at skilja hesi viðurskifti.
Heldur enn bara at lýsa polariseringina kundi hann kannað og greitt frá, hvussu politiskar sympatiir, átrúnaðarligar sannføringar og skipaðar rørslur ávirka politiskar avgerðir, eisini í okkara egna samfelagi.
Ein slík kanning hevði ikki loyst stríðið í Palestina og heldur ikki beint fyri øllum ósemjum í Føroyum. Men hon kundi gjørt orðaskiftið meira upplýst og kanska minni fíggindaligt.
Heini skeyt upp, at vit skuldu seta komma í staðin fyri punktum, so vit eisini rúma líðingunum hjá báðum fólkunum. Tað eri eg samdur í.
Men um vit viðurkenna hesar líðingar og steðga har, hava vit sett kommaið onkustaðni nær byrjanini á einari samrøðu, sum nú átti at verið komin nógv longri.
Og enn er nógv eftir at siga,
Petur Martin Johannesen
Sjálvútnevndur serfrøðingur í stríðnum millum Ísrael og Palestina og antisionistur.
Eftirskrift
Meðan eg havi arbeitt við hesum brævinum, hava tvey børn í Gaza latið lív, sum eg vil víga hesi orðini til minnis um.
Kinan Ahmed Raqiq, sum bert níggju mánaðir gamal doyði av kulda, tí foreldur hansara, sum vóru rikin frá húsi og heimi, ikki høvdu umstøður at verja hann móti veðri og kulda.
Og Jihad Naeem Muhammad Abu Tilikh, 13 ára gamal, sum varð dripin, tá ið Nasser-sjúkrahúsið varð bumbað.
Eg vígi eisini brævið minninum um øll hini óseku, sum vit ongantíð hoyra um, men sum líða og lata lív undir hesi ólógligu herseting.
Tað er vorðið so vanligt, at sjúkrahús verða bumbað og børn dripin undir hesi ræðuligu herseting, at tað næstan ikki longur vinnur fram í fjølmiðlunum.
Summi finna grundgevingar fyri, at hetta má góðtakast. Onnur venda eygunum burtur, til tað ikki longur nervar tey.
Og tá ið verjan av ósekum menniskjalívum, kravið um ábyrgd og meginreglurnar í altjóða rætti verða gjørd til spurningar um politiskt samhoyri ella átrúnaðarliga sannføring, hava vit slept nøkrum grundleggjandi. Hetta eru millum tær meginreglur, sum mannaættin stríddist fyri at staðfesta eftir seinna heimsbardaga.
Men eg fari ongantíð at venja meg við hetta. Tí tann dagin eg góðtaki slíkan ræðuleika sum nakað vanligt, havi eg vent mínum egna menniskjaleika bakið og tikið fyrsta stigið inn í myrkrið.
Og inn í ta náttina fari eg ikki.
Nelson Mandela segði í 1997:
Vit vita alt ov væl, at okkara frælsi ikki er fullkomið, so leingi palestinar ikki hava fingið sítt frælsi.