Ongi úrslit

Løgmaður er ónøgdur: Hann vil tryggja sær at hetta ikki hendur aftur

Beinir Johannesen vil hava eina frágreiðing
Áki Bertholdsen
1 tími síðan

– Eg ætli at fáa greiðu á, hvørji stig verða tikin fyri at tryggja, at mál, sum eru meldað, verða eftirkannað og viðgjørd rættstundis.

Tað sigur Beinir Johannesen løgmaður.

Tað hevur vakt ans, at revsimálið ímóti Bakkafrost datt burtur tí tað eydnaðist ikki hjá ákæruvaldinum at viðgera tað rættstundis.

Tað fekk Bjarna Hammer, løgtingsmann fyri Javnaðarflokkin at reisa málið fyri løgmanni. Og í hesum sambandi spurdi hann løgmann, um hetta er nøktandi og um hann ætlar at seta ítøkilig krøv fyri at tryggja revsimál frameftir ikki fyrnast orsakað av drúgvari málsviðgerð.

– Tað hevur stóran týdning fyri rættartrygdina í samfelagnum, at mál verða avgreidd í rættarskipanini rættstundis, staðfestir Beinir Johannesen.

Hann heldur at hetta er óheppið og hann heldur ikki, at tað er nøktandi at hetta málið hevur drigið so nógv út at tað endar við at vera fyrnt.

– Eg havi biðið danska løgmálaráðharran um eina frágreiðing um longu viðgerðartíðina, sigur Beinir Johannesen.

Í hesum sambandi hevur hann eisini spurt løgmálaráðharran, hvørji stig verða tikin fyri at tryggja, at mál verða avgreidd rættstundis.

Løgmaður sigur, at hann vil hava greiðu á, hví tað tók so langa tí at viðgera málið, tí so kann trupulleikin loysast.

Tá ið eg havi fingið eina frágreiðing, fari eg at taka støðu til um krøv kunnu setast fyri at tryggja, at revsimál frameftir ikki fyrnast - og hvørji hesi krøv so skulu vera, sigur Beinir Johannesen.

– Eg ætli sostatt at fáa greiðu á, hvørji stig verða tikin fyri at tryggja, at mál, sum eru meldað, verða eftirkannað og viðgjørd rættstundis, sigur hann.

– Eg meti tað vera av stórum týdningi, at rættartrygdin hjá einstaka borgaranum er í hásæti, og eg meti tað vera av stórum týdningi, at einstøk mál ikki verða ávirkað av politiskari uppíblanding, leggur løgmaður afturat.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

Í gjár kl. 13:23

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

Í gjár kl. 07:00

Fjúrtan heilsuhjálparar afturat klaktir á Heilsuskúlanum í Suðuroy

12. november kl. 16:10

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27