Í hesum døgum skulu fólk ansa serliga væl eftir, tá ið fólk seta seg í samband við tey. Tað sigur Umhvørvisstovan í eini ávaring.
Orsøkin er, at umsitingin í Danmark hevur staðfest eitt trygdarbrot har óviðkomandi hava fingið atgongd til navn, bústað og CPR-nummur hjá umleið 8,8 milliónum fólkum.
Í sambandi við flytingar ímillum Norðurlond, verður p-talið hjá teimum, sum flyta úr Føroyum til Danmarkar, latið CPR-umsitingini. CPR-umsitingin strikar so p-talið og goymir sostatt ikki p-talið, eftir at flytingin er góðkend og skrásett í CPR.
Sostatt er einki, sum bendir á, at p-tøl eru ein partur av upplýsingunum, sum óviðkomandi hava fingið atgongd til.
Men í hesum sambandi ávarar Umhvørvisstovan um, at fólk skulu ongantíð lata loyniorð ella aðrar upplýsingar frá sær, skuldi tað hent at onkur setur seg í samband við tey á telefon, teldupost ella á annan hátt.
Tey skulu heldur ikki lata seg lokka til at klikkja á ymisk leinki
– Hetta er eisini galdandi, hóast tann, sum setur seg í samband við teg, veit hvussu tú eitur, hvar tú býr, hevur p-talið ella cpr - nummarið, ella aðrar upplýsingar um teg, sigur Umhvørvisstovan.