Ongi úrslit

Biður Jacob Vestergaard sláa kalt vatn í blóðið - annars fær hann krav um endurgjald

Heðin Mortensen formaður í Havnanevndini hjá Tórshavnar býráði, sigur, at ger samgongan álvara av ætlanini, kunnu tey koma í ta støðu, at tey ikki longu kunnu tryggja Strandferðsluni fast pláss í Tórshavnar Havn
Áki Bertholdsen
3 tímar síðan

– Eg haldi at Jacob Vestergaard skal sláa kalt vatn í blóðið og sleppa hesi ætlanini. Tað sigur Heðin Mortensen, formaður í Havnanevndini hjá Tórshavnar býráð.

Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í samferðslumálum hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at skipini hjá Strandferðsluni ikki skulu rinda nøkur gjøld til tær Havnir tey brúka. Serliga rakar tað Tórshavnar Havn sum fer at missa sjey einar milliónir krónur.

Eftir ætlan skal Løgtingið viðgera málið 20. oktobur, men Heðin Mortensen vónar, at landsstýrismaðurin tekur uppskotið aftur áðrenn.

Tað sama gera aðrir býráðslimir í Havn, eisini partamenninir hjá Jacobi Vestergaard í Fólkaflokkinum í Tórshavnar býráð.

Reisa endurgjaldskrav
Heðin Mortensen sigur, at hetta er øgiliga langt úti og verður tað sett í verk fer Tórshavnar Havn at seta krav um endurgjald fram ímóti landsstýrinum.

Hann sigur, at Tórshavnar Havn og Strandferðslan hava eina avtalu um havnagjøld, men kemur nú ein triði partur, landsstýrið, og setir hesa avtaluna úr gildi, er tað avtalubrot og tí verður eisini talan um endurgjaldskrav, tí tað verður ikki góðtikið.

Hann átalar eisini, at landsstýrið setir hetta í verk, uttan at hava hoyrt Tórshavnar Havn.

Formaðurin í Havnanevndini sigur, at Tórshavnar Havn hevur gjørt stórar íløgur, eitt nú fyri at veita Strandferðsluni eina góða tænastu. Og tað hevur Tórshavnar Havn goldið fyri uttan at fáa eina krónu í almennu stuðuli.

Skip hjá Strandferðsluni brúka Havnir í Tórshavnar kommunu yvir 20 ferðir um dagin og tá ið tey skulu brúka havnirnar, hava tey fyrsta rætt til ávís pláss.

Somuleiðis hevur Smyril fyrsta rætt til tvey ávís pláss innan fyri molan í Havn, sum tað stendur teimum frítt at brúka, alt eftir veðri og vindi.

Einasta avmarking er tær ferðir Norrøna er á Havnini samstundis sum Smyril. Men tá ið Smyril er í Havn, hevur hann fyrsta rætt til næstan 200 metrar av atløguplássi.

– Onnur skip verða víst til onnur pláss tí Smyril hevur fyrsta rætt til tey bestu plássini, leggur hann afturat.

Kunnu ikki tryggja skipunum fast pláss
Skal Strandferðslan ikki longur rinda fyri at brúka havnirnar, fara vit heldur ikki longur at kunna tryggja ferjunum fast pláss.

So koma skipini hjá Strandferðsluni í somu støðu sum donsku verjuskipini tá ið tey koma í Havn. Vit hava skyldu at bjóða teimum pláss, men vit gera sjálvi av, hvat fyri pláss tey fáa, um tað verður á Bursatanga, við Molan í Havn, ella á Sundi, ella kanska í Kollafjørði.

Skulu skipini hjá Strandferðsluni ikki rinda, mugu vit raðfesta tey skip, sum rinda fyri tað, leggur Hevði Mortensen afturat.

– Eg veit ikki, hvat suðuroyingar, og onnur fara at siga tá ið tey noyðst í land av Smyrli á Sundi ella í Kollafjørði, leggur hann afurat.

Mest lisið hesa vikuna

Løgtingskvinna: Hetta er ein óhugnaligur tanki

5. oktober kl. 08:47

Løgreglan mátti fýra ferður eftir sama manni - hann fekk tvær bøtur

4. oktober kl. 12:09

Hesa ferð hevði svikarin ikki eydnuna við sær í Føroyum

4. oktober kl. 09:55

Hvussu veit Jenis, at Gud hevur sett Netanyahu?

7. oktober kl. 10:50

Nú skulu fólk ansa serliga væl eftir at tey ikki verða lumpað

5. oktober kl. 09:37

Tannlæknastova í hálva øld

4. oktober kl. 07:55