Tað hevur verið prátað og tosað, og nú er tað veruleiki. Í gjárkvøldið hevði FC Hoyvík eykaaðalfund, har nevndarval var á skránn. Eisini varð tosað um ætlanina, sum tað síðstu tíðina hevur verið prátað um.
Ætlanin er, at nú skal fjórði møguleikin fyri at spæla fótbólt í bestu deildini í høvuðsstaðnum vera í Hoyvík. Leingi vóru HB og B36 stóru fótbóltsfeløgini í Havnini. Síðstu nógvu árini hava teir á Argjum miðvíst roynt at bíta seg fastar í Meistaradeildini. Tað hevur gingið eitt sindur upp og niður. Fyrr í ár sá tað leingi út til, at hetta fór at vera besta árið hjá AB í bestu deildini. So vendi, og fram ímóti kappingarloki var AB í vanda fyri at flyta niður, men tað eydnaðist at sleppa undan niðurflytingini, og nú fyrireika teir seg á Argjum til nýtt ár í Meistaradeildini.
Men tað er ikki bara á Argjum og í Gundadali, at fótbóltur í Meistaradeildini er á skránni í høvuðsstaðarøkinum. Dreymurin hjá FC Hoyvík hevur í fleiri ár verið, at tað skuldi eydnast at flyta upp í bestu deildini. Higartil hevur tað gingið striltið at gera dreymin til veruleika, og í ár eydnaðist tað akkurát at sleppa undan at flyta niður úr næstbestu deildini.
Á eykaaðalfundinum í gjárkvøldið varð av álvara sett út í kortið við kós ímóti bestu deildini.
Hóast hann ikki er í nevndini, sum arbeiðir við at skipa partafelag, sum skal reka besta liðið, so er vinnulívsmaðurin Rúni Djurhuus ein av teimum, ið arbeiðir við ætlanini, sum nú sær út til at verða veruleiki.
Rúni Djurhuus váttar í kvøld fyri Dimmalætting, at hann er sinnaður at seta pening í átakið, og hann leggur aftrat, at tað eru aðrir, sum eisini taka undir við ætlanini, og onkur hevur longu játtað at vera við til at spýta pengar í.
-Her í økinum eru nógv børn og nógvur ungdómur. Um tey framvegis skulu vera í felagnum, so halda vit, at tað er neyðugt at felagið eigur lið í bestu deildini, og um tað skal bera til, so er neyðugt at fá fíggjarligt grundarlag fyri at skriva sáttmálar við spælarar, ið kunnu vera við til at fáa liðið upp í bestu deildina, og at syrgja fyri, at tað verður í Meistaradeildini, og tað er henda ítøkiliga ætlanin, sum vit nú arbeiða við, sigur Rúni Djurhuus í kvøld. Umframt at knýta spælarar aftrat felagnum, so verður tað neyðugt at dagføra umstøðurnar soleiðis, at liðið fær loyvi at spæla í Meistaradeildini, tá ið tað hevur kvalifiserað seg til tað.
Á fundinum í gjárkvøldið vóru hesi vald í nevndina, sum fer at skipa seg á fundi í annaðkvøld:
Jan Vestergaard (vantar á myndini), Dánial Hansen, Majbritt Jacobsen, Hansa Heinadóttir, Fróði Danielsen,
Rógvi Sivertsen, Aksel Meinhardsson, Bjarni Beder tiltakslimur og Mikkjal Olsen tiltakslimur.
Tað hevur ljóðað, at Jákup á Borg er millum tey, sum eru við í hesi ætlanini, men í løtuni er hann ítróttarstjóri hjá B36.