Um vikuskiftið varð ein maður, sum var í báti og skeyt fugl framvið landið, meldaður. Hann stimaði fram við Kaldbakslandinum og skeyt, men fólk meldaðu tí tey mettu at hann var ov nær landi.
Løgreglan kannaði málið, men hann var ikki ov nær landi.
Sum heild kunnu fólk ikki standa á landi og skjóta út á sjógv eftir svartfugli. Tað er eisini ólógligt vera á báti og skjóta upp á land eftir fugli.
Sostatt skulu tey vera í báti, men í lógini verður einki ávíst sagt um, hvussu langt tey skulu vera úr landi.
Men so eru tað ávís øki, sum eru friðað og har strangari reglur eru galdandi. Tað kunnu vera ramsarøkini, sum eru Skúgvi, Mykines og ein partur av Nólsoy, sum har fuglalívið er serliga friðað.