Ongi úrslit

Høvdu úr at gera við at skifta perur í Suðuroy

Áki Bertholdsen
1 tími síðan

Tveir dagar í hesu vikuni var løgreglan í Havn í Suðuroy og gjørdi ferðslukanningar. Tey fóru suður mánadagin og fóru norður aftur mikudagin.

Løgreglan sigur, at nógvir bilar og prutl vórðu kannað og burtur úr øllum kanningunum vórðu 36 mál skrivað.

Løgreglan sigur, at yvirhøvur var talan um uppslitin dekk og brostnar perur. og so vórðu eisini fleiri prutl tikin, sum høvdu alskyns brek.

Løgreglan sigur, at tey eru greið yvir, at tá ið tey fara til Suðuroyar frættist tað skjótt, og tað var longu tá ið teir komu umborð á Smyril at tað fór at ganga sum rótasúpan í Suðuroy, at nú var løgreglan á veg suður.

Løgreglan sigur, at løgreglufólkini, sum vóru í Suðuroy, høvdu tosað við mekanikararnar á einum verkstaði, og har søgdu teir, at teir høvdu havt úr at gera við at skifta perur.

Sostatt heldur løgreglan kortini, at hóast øll vitstu at tey komu suður, hevur tað eina fyribyrgjandi ávirkan - og tað eru tey nøgd við.

Mest lisið hesa vikuna

Nøkur orð um skyldmannin Allan Enghamar

15. november kl. 04:55

Løgreglan lukkaði eitt skeinkistað í Havn í nátt og koyrdu øll á dyr

15. november kl. 09:12

Ein viti er slóknaður: Minningarorð um Óla Eyðun Eliassen

16. november kl. 07:00

Soleiðis fáa tey nógv betri kjøt úr hjallinum

15. november kl. 13:23

Ein nuanserað viðmerking til eina nuanseraða samrøðu

14. november kl. 14:27

Par kom til ilnar á alfaravegi

14. november kl. 09:08